Svenska blaðið Aftonbladet vil vera við, at ein 50 ára gamal svii stendur á odda fyri teirri deildini av yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, sum heldur til í Svøríki. Maðurin skal eisini hava tætt samband við einum av teimum, sum eru skuldsettir fyri at hava lagt atsóknirnar at USA tann 11. september í 2002 til rættis.
Sambært Aftonbladet er tað spanska løgreglan, sum hevur avdúkað leiklutin hjá tí 50 ára gamla svianum. Undir avhoyringum skal spanski læknin Baktazar Garzons hava greitt sponsku løgregluni frá, at ein maður í Svøríki, sum gongur undir navninum Abu Amin, er leiðari í teirri svensku deildini hjá al-Qaeda. Baltazar Garzons skal eisini havt sagt, at Abu Amin hevur fleiri ferðir verið í Spania og tosað við deildina hjá al-Qaeda har.
Aftonbladet skrivar, at svenska trygdarløgreglan hevur avlurtað trettan telefonsamrøður, sum Abu Amin hevði við sínar felagar í Spania. Men hann er ikki tann einasti svenski ríkisborgarin, sum verður settur í samband við al-Qaeda. Sambært Aftonbladet verður minst ein annar svii settur í samband við felagsskapin hjá bin Laden.