talv
Í dag eydnaðist tað svenska IM Johan Eriksson aftur at leggja seg einamallan á odda í altjóða talvkappingini, Klaksvík International, sum í hesum døgum er í Leikalund í Klaksvík. Í triðja umfarinum vann hann við svarta fólkinum á Helga Dam Ziska, og í dag vann hann aftur á yngsta føroyska telvaranum. Hesa ferð var tað við hvíta fólkinum. Eftir 43 leikir legði Helgi kongin.
Undan sætta umfarinum lógu IM Johan Eriksson og Hans Kristian Simonsen undir liðini á hvør øðrum. Í dag spældi Hans Kristian remis móti danska IM Jens Ove Fries-Nielsen. Teir samdust eftir 49 leikir um, at talvið var javnt. Í dag hevði Hans Kristian svarta fólkið. Tá ið teir hittust í triðja umfarinum, hevði Hans Kristian hvíta fólkið. Eisini ta ferðina endaði talvið við remis.
FM Heini Olsen og norski IM Eirik Gullaksen samdust í dag um remis eftir 50 leikir. Hesa ferð hevði Heini hvíta fólkið. Í triðja umfarinum vann Heini við svarta fólkinum á norska IM aranum.
Støðan eftir seks umfør er henda:
1. IM Johan Eriksson 4,5 stig,
2. Hans Kristian Simonsen 4,0 stig,
3. FM Heini Olsen 3,5 stig,
4. IM Eirik Gullaksen 2,5 stig,
5. IM Jens Ove Fries-Nielsen 2,5 stig
6. Helgi Dam Ziska 1,0 stig.