Svimjihylurin í Gundadali 20 ár:

Fríggjamorgunin var samkoma í Svimjihøllini í Gundadali, nú tað eru 20 ár síðani, at havnafólk fingu sína fyrstu innilokaðu svimjihøll. Dagurin var 18. desember.

Føðingardagur


Á samkomuni ynskti Jan Christiansen, borgarstjóri starvsfólki og brúkarum tilllukku. Hann helt fyri, at høllin hevði verið til stórt gagn fyri borgararnar allar í høvuðsstaðnum og vísti á, at hesi 20 árini hava 2,8 milliónir vitjanir verið í hylinum ella umleið 140.000 í meðal um árið. -Svimjihøllin í Gundadali er eitt gott stað hjá borgarunum at vitja. Tað síggja vit dagliga, har bæði nýføðingar, børn, vaksin og eldri fólk vitja høllina. Ja, fólk, sum eru mitt í fýrsunum svimja dagliga segði Jan Christiansen og helt, at tíðin kanska er komin hartil, at kommunan eigur at viðgera spurningin, nær ein nýggj svimjihøll skal byggjast í sambandi við nýggja skúlan í Hoyvíkshaganum.

Jan Christiansen vísti annars á, at vóru tað ikki undangongumenn, sum tóku stig til at byggja svimjihøllina fyri 20 árum síðani, var hon neyvan komin tá og nevndi hann m.a. Niels Debes, sum ein av teimum fremstu undangongumonnunum. Men mótstøðan móti byggingini var kortini so stór tá, at hvørki hann ella aðrir, sum gingu inn fyri projektinum, vórðu afturvaldir. -Tað var stórt spell fyri teir, men gott fyri okkum onnur í dag, at teir hildu fast.

Í mars mánaði í ár hevur Heri á Lava Olsen, sum í dag er dagligur leiðari í Svimjihøllini, verið 30 ár hjá Tórshavnar Kommunu, tvs. øll árini við tilknýti til svimjing. Tey fyrstu árini var hann lívbjargari í gamla svimjihylinum í Gundadali. Í 1985 tók hann við sum leiðari í nýggju høllini eftir Ivan Carlson. Heri sigur, at hetta hevur verið eitt gott arbeiðspláss og fegnast hann um, at svimjihøllin er so væl vitjað. Hann heldur tó ikki, at høllin í dag nøktar allan tørv. -Nógv svimja og her er oftani trongligt. Nú haldi eg, at man skal fara at hugsa um at fáa okkurt nýtt aftrat. Hann heldur at brúk er fyri einum baðilandi, og fer tað so eisini at taka trýstið av hylinum. Tað ber til at byggja vestureftir.

Heri Olsen sigur annars, at ein svimjihøll hevur ómetaliga stóran týdning fyri borgararnar. Hon kanska ger, at kommunulæknar og sjúkrahús hava færri vitjandi. So bæði sosialt og heilsuliga hevur henda høllin uttan iva havt stóran týdning. Fólk fara bæði glaðari og meira nøgd út úr svimjihylinum, hvørja ferð tey hava vitjað.

Jan Christiansen, borgarstjóri segði í síni heilsan, at hann hevði hoyrt um uppskotið hjá Hera og metti hann hetta at vera skilagott. Men tað vóru so bert tankar enn og varð einki klárt á tekniborðinum í so máta og heldur ikki á tí fíggjarliga borðinum sum so. Hann metti, at hetta hugskotið lá nakað úti í framtíðini.