Svimjilandsdystur í november

Tann 28. november verður svimjihøllin í Gundadali í Havn karmur um svimjilandsdyst millum Ísland og Føroyar. Átta svimjarar av hvørjum verða á hvørjum liði, og í frá klokkan 16 til 18 fara hesi at kappast um, hvat landið hevur bestu svimjararnar. Sambært 3-2 í Sjónvarpinum, verður landsdysturin vístur beinleiðis.