Svimjisambandið er ein amatør fyritøka

Tryggingarfelagið Føroyar hevur stuðla Svimjisambandið í fleiri ár. Stuðulsupphæddin er ikki hækkað í samband við OL, og tískil metur næstformaðurin í sambandinum, Rókur í Jákupsstovu, at talan ikki er um at misnýta Pál.

Tó viðgongur hann, at Svimjisambandið er ein amatør fyritøka, sum ikki hevur dugað nóg væl at handfarið OL luttøkuna hjá Pál.

- Vit væntaðu, at pengarnir heilt natúrliga fóru at koma til okkara, nú vit hava ein føroying í OL, men soleiðis varð tó ikki.

Rókur í Jákupsstovu sigur, at hann ikki skilur ákæruna um, at Svimjisambandið hevur forðað fyri, at Pál hevur fingið nakran fíggjarligan stuðul, tí Svimjisambandið hevur heldur ikki fingið nakra eyka krónu í kassan.

Men Rókur í Jákupsstovu er samdur við formanninum í SuSvim í, at Tryggingarfelagið kanska hevur verið í so sjónligt í samband við OL.

- Eg havi sjálvur ógvast við hasar lýsingarnar. Øll ítróttarfelag hava høvuðsstuðlar, men sjálvandi væntar eingin, at stuðlarnir fara at tapesera landið við ítróttarfólkunum, sigur Rókur í Jákupsstovu, sum staðfestir, at eingin hevur fingið nakrar eyka inntøkur av myndunum av Páli.

Hann vísir tó á, at 90 prosent av inntøkunum hjá Svimjisambandinum fara beinleiðis út til svimjararnar aftur.

Sambært Rókur í Jákupsstovu er stuðulin til føroyska svimjing ikki vaksin seinastu árini, og hetta er hann sera vónbrotin um.

- Eg hevði ynskt av Svimjisambandið og Pál fingu nógvar pengar burturúr OL, men áhugin er bara ikki til staðar millum føroyskar fyritøkur, sigur hann.