Í annaðkvøld – leygarkvøldið 25 oktober – verður forvitnisligur dansur í TB húsinum á Tvøroyri. Tað er Lionsklubburin í Suðuroy, sum skipar fyri tiltakinum, og tað verður ongin annar enn gamli og sera vælumtókti bólkurin, Beat Shots, sum fer at spæla. Í steðginum fer Tróndur Nólsøe at venda plátum.
Beat Shots var sera vælumtóktur bólkur, sum hevði sína stórtíð í sekstiárunum, men eisini spældi nakað eftir tað.
Teir, ið manna bólkin nú leygarkvøldið, verða Erolf Olsen, Birgar Niclasen, Pauli Einarsson og Finn Thomsen.
Dyrnar lata upp klokkan 23 og atgongumerkið kostar 100 krónur. Í dansinum á Tvøroyri fara teir at spæla gamlar slagarar, mest frá sekstiárunum og frá tíðliga í sjeytiárunum. Eitt nú Creedence Clearwater Revivel, Dave Clark Five, Elvis og annað.
Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til vælgerðandi endamál í Suðuroynni.
-áki-