Syndafall og Rock'n Roll á jóansøku

Jóansøkan – sum í ár verður á Tvøroyri í døgunum 24. til 26. juni – fer m.a. at bjóða gestunum:

Sjónleikin “Syndefaldet” hjá William Heinesen við Tjóðpalli Føroya, Spunk & Rock´n roll við Johan í Kollafirði og konsert í stóra teltinum, har vit í fyrstu syftu kunngera nøvnini Grandma´s Basement, Hamferð og Evi.

Leygarkvøldið verður dansur í stóra teltinum við Revival, eisini verður dansur fríggjakvøld og sunnukvøld.

Umframt hetta, fer jóansøkan at bjóða eitt ørgrynni av undirhaldi og tiltøkum so sum skrúgonga, Tvøroyrar og Havnar Hornorkestur, eldblásan, togtogan, svimjing um fjørðin, sterkasti maður og ikki minst FM-kappróður, siga fyrireikararnir.