Syngjandi og talandi jødar á rundferð í Føroyum

Hesar næstu dagarnar fara eini jødisk hjún at tala og syngja ymsastaðni á meginlandinum Frá í dag til mikudagin fara jødisku hjúnini, Lisa og David Loden at ferðast runt í Føroyum at tala og syngja á møtum og tiltøkum ymsastaðni á meginlandinum.

Tey bæði eru tvey kend nøvn hjá messiansku jødunum í Ísrael og ikki minst eru tey kend ígjøgnum sang og tónleik. Tey hava gjørt bæði løg og tekstir til nógvar sangir, ið verða sungnir í messianskum samkomum og tey hava eisini givið nakrar fløgur út. Tey ferðast eisini nógv og syngja og tala, bæði í Ísrael og uttanlands.

David og Lisa Loden búgva í Netanya, har David er prestur í eini samkomu, sum tey stovnaðu, tá ið tey komu til býin fyri 25 árum síðani. Síðani er samkoman spakuliga vaksin til tey í dag eru nøkur hundrað fólk.

Lisa hevur verið leiðari á Caspari miðstøðini í Jerúsalem, sum millum annað arbeiðir við undirvísing og íblástri, bæði fyri messianskar jødar og fyri onnur. Tey geva eisini bøkur út og halda skeið. Nú arbeiðir hon meiri saman við manninum í sjálvari samkomuni.

Í dag, leygardagin, klokkan 21, eru tey í Thabor í Fuglafirði, í morgin, sunnudagin, klokkan 11 syngja tey á gudstænastu í Christianskirkjuni og klokkan 18 eru tey í Meinigheitshúsinum í Havn.

Týsdagin klokkan 20 eru tey í Missiónshúsinum á Toftum og Mikukvøldið klokkan 20 eru tey í Emmaus í Klaksvík.

Á øllum tiltøkunum fara tey at tala, syngja og greiða frá teirra arbeiði. Tulkað verður til føroyskt.