Sýningar av heimildarfilmurin BIRITA hjá Búa Dam verða í Føroyum komandi dagarnar, og í hesum sambandi verður verkstova í Filmshúsinum. Talan er um eina verkstovu við útlendskum toymi handan heimildarfilmin BIRITU.
Tað eru teir tríggir Mark Steel, framleiðara og eftirframleiðsluleiðara , Tom Ryan, ljóðsnið og ljóðbland og Ricardo Acosta, klippar, sum hvør í sínum lagi greiða frá tilgongd, raðfestingum, uppgávum og nágreina arbeiðið í praksis við dømum. Dentur verður lagdur á samrøðu og kjak.
Sum ein partur av verkstovuni er eisini ein sýning av filminum sum endar við, at leikstjórin Búi Dam greiðir frá síni lívsleið og royndum sum leikstjóri, og hvussu heimildarfilmurin BIRITA mentist frá hugskoti til veruleika. Síðani verður eina samrøða har Búi Dam og útlendska toymið umrøða samstarv, semjur og avbjóðingar. Verkstovan verður vikuskiftið 18. og 19. apríl. á Vestara Bryggju 15 á 3. hædd. Til ber at lesa meira um verkstovuna , tilmelding harafturat um royndirnar hjá Mark Steele, Ricardo Acosta og Tom Ryan á heimasíðuna hjá filmshúsinum www.ffi.fo.










