Systemfeilir gera, at 306 børn eru í bíðistøðu

Tað er gott, at bíðirøðin til psykiatriina er vaksin úr 183 til 306 uppá eitt ár. Tí tað vísur, at foreldur taka trivnaðin og menningina hjá barninum í álvara og søkja sær hjálp. 

 

Langa bíðirøðin fær tó fleiri at seta spurnaðartekin við, um ov nógv verða send til útgreiningar. 

 

Svarið er ikki so einfalt, tí vit mugu fyrihalda okkum til, at sambært WHO hava umleið 5% av børnum ADHD.  Í Føroyum er barna og ungdómspsykiatriska økið rættiliga nýtt, og tí hava vit søguliga ikki útgreinað børn, og vit eru enn langt frá teimum 5%. 

 

Óviðgjørt ADHD er sera slítandi og vandamikið: livitíðin er í miðal 15 ár styttri, livigóðskan væl lægri og hjáárinini nógv. Tí skulu og eiga vit sum samfelag at finna og hjálpa teimum, ið hava ADHD/ADD. 

 

Vit sakna tó at hoyra, hvussu nógv prosent av teimum børnum, har illgruni er um diagnosu, veruliga fáa staðfest eina diagnosu. Tí tað sigur nakað um, um ov nógv børn verða ávíst!

 

Tíbetur hava vit eina sera kompetenta psykiatri, har tey, sum hava ADHD/ADD fáa hjálp.

 

Tórmóður Stórá, leiðandi psykiatari á psykiatriska deplinum segði í fjør, at yvir 90% av teimum, ið verða ávíst til vaksinpsykiatriina fyri ADHD/ADD, fáa staðfest ADHD/ADD. Bíðrøðin til vaksinpsykiatriina er eisini tvífaldaður seinastu tíðina, so her vísir tað seg at verða vælgrundaðar ávísingar. 

 

Tí síggja vit tað sum eitt positivt ting, at foreldur leita sær hjálp til børnini. Sum Tormóður sigur í Degi og Viku týsdagin 25.mai, so er tað týdningarmikið, at tey fáa so tíðliga hjálp, sum til ber.

 

Men vit eru samstundis samd við Tórmóði, tá hann sigur, at nógvir av teirra trupulleikum væntandi kundu verðið loystir aðrastaðni fyrr, og tí verða ov nógv ávíst. 

 

Tormóður tosar um systemfeilir, sum hava gjørt, at børn eru dottin ímillum og hava ikki fingið hjálp. Og hesir systemfeilir eru eisini nakað, vit í felagnum kenna aftur. Hóast Tórmóður ikki nevnir, hvørjir systemfeilirnir eru, so loyva vit okkum at nevna nakrar systemfeilir, sum vit síggja og hoyra um dagliga í ADHD felagnum. 

 

Grundleggjandi er tað galdandi, at foreldur og børn verða blakað runt millum skipanir ella hangandi alt ov leingi í óvirknum skipanum. Tað gongur ov long tíð, áðrenn barnið og familjan fær hjálp, og tað endar tíverri onkutíð við álvarsamum sálarligum trupulleikum, barnavernd og annað.

 

 

 

Kropsligar og kognitivar avbjóðingar eru ikki javnsettar

 

Børn ganga til regluligt eftirlit av eygum og oyrum hjá heilsufrøðingi og lækna, men eingin kannar fyri kognitivar avbjóðingar, og tí verða hesi børnini funnin og hjálpt alt ov seint. 

 

Varnast ein heilsufrøðingur óreglusemi innan tað kognitiva, so ber ikki til at ávísa út á barna og ungdómspsykiatriina. Tað er ein stórur systemfeilur!

 

Henda trupulleikan hava heilsufrøðingar víst á ferð eftir ferð. Heilsufrøðingar kunnu tó vísa til Sernám, har tað ofta vísur seg at ganga alt ov lang tíð uttan neyðugu hjálpina og stuðulin. Ímeðan fær barnið tað verri og verri. 

 

Vit mæla til, at so skjótt eitt heilsustarvsfólk varnast onkrar kognitivar avbjóðingar, so átti barnið og familjan beinavegin at fingið bjóðað fyribyrgjandi kognitiva terapi, og um neyðugt blivið ávíst til barna og ungdómspsykiatriina.  

 

 

 

Serkunnleiki væntar um serøkið

 

Fyri at lofta børnum rætt, sum ikki trívast í skúlanum, er neyðugt við serkunnleika. 

 

Í skúlaárinum 2019/20 vóru 94 stuðlar inni í fólkaskúlanum. 42% av teimum vóru ófaklærdir. Restin vóru námsfrøðingar og so nakrir lærarar. Tey fægstu av hesum hava sernámsfrøði sum sergrein. 

 

Tað er ein stórur trupulleiki, at okkara skipan bjóðar stuðulstilboð, sum ikki er grundað á fakligheit, men í nógvum førum bert er uppbevaring. Hetta er eisini ein systemfeilur.

 

Um vit vilja hava færri ávísingar út á barna og ungdómspsykiatriina, so skulu systemfeilirnar í hinum stovnunum rættast! Sernám eigur at veita ta neyðugu sernámsfrøðiligu ráðgevingina, sum stovnurin eigur at gera, og harumframt átti Sernám eisini at tikið hond um barnið og foreldrini. 

 

Fakligheitin úti á skúlum og stovnum skal vera betri, so allir lærarar og námsfrøðingar hava eina grundvitan um sernámsfrøðiliga økið. Tí so kunnu vit lofta børnunum tíðliga og seta inn eftir tørvi, og ikki eftir diagnosu! Áðrenn hetta er komið í rættlag, so er tað sera neyðugt at blíva við at ávísa børn út á psykiatriina. Tí, sum Tórmóður sigur, so eru hetta børn, sum almenna skipanin ger sjúkari, enn tey í veruleikanum eru, tí tey hava bíðað alt ov leingi eftir hjálp.

 

Í nógvum føri er trupulleikin í okkara samfelagi eitt sokallað “knowing doing gap”. Vit vita, at nógv børn hava tað trupult, og vit vita, hvat vit skula gera, men tað verður ikki gjørt!  

 

 

 

Hvat skal gerast? 

 

- Økt fakligheit í sernámsfrøði á stovnum og skúlum

 

- Familjuráðgeving við servitan til familjur í bíðistøðu (ið ikki er tengd at barnaverndini)

 

- Lættatkomulig terapeutisk viðgerð til børn og foreldur at børnum við atferðartrupulleikum, angist, tunglyndi og øðrum

 

- Tíðliga screening fyri kognitivar avbjóðingar hjá heilsufrøðingi/kommunulækna

 

 

 

Nógv fleiri enn 306 børn eru í bíðistøðu í systeminum 

 

Tað standa 306 børnum í bíðistøðu til psykiatriina, men hvussu nógv bíða eftir Sernámi, privatari útgreining og øðrum í systeminum vita vit ikki nágreininiligt, men tey eru væl fleiri enn hasi 306.

 

 Vit eru fegin um, at økið fær nógv uppmerksemi nú, tí tað er alneyðugt at handla skjótt og loysa systemfeilirnar. 

 

Vit hava stórt innlit í og dagligt samband við fleiri ørkymlaðar familjur, ið eru strandaðar í systeminum. 

 

Tí ynskja vit at bjóða Kaj Leo Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jenis av Rana, ið vara av Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Mentamálaráðnum at samstarva við ADHD felagið, so vit saman kunnu loysa systemfeilirnar beinanvegin.

 

At foreldur leita sær tíðliga hjálp, má altíð síggjast sum gott tekin. Tí í fleiri ár eru barnaverndarmálini vaksin, rúsevnismisnýtslan økt og kriminaliteturin øktur. 

 

Sum samfelag skula vit seta tíðliga inn og rætt inn.