Hetta er fjórðu ferð, at Jón Magnus sýnir fram í Smiðjuni, meðan tað er fyrstu ferð hjá Sólvá, sum eisini var við á ólavsøkuframsýningini í ár.
Jóan Magnus sýnir fram oljumálningar, og myndaevnini eru náttúran, meðan Sólvá hevur akrylmálningar við fólki og fuglum. Henni hevur altíð dámt væl at tekna.
Jóan Magnus hevur málað í nógv ár, og hevur hann t.d. verið á listaháskúla í Holbæk í Danmark. Hetta er fyrstu ferð, at tey hava eina framsýning saman.
Framsýningin er opin til og við týsdagin 4. oktober. Leygardagin frá 10-19, sunnudagin frá kl. 15.30-19, og mánadagin og týsdagin frá kl. 15-19.