Systrar hava konsert í Leirvík

Í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan átta, verður konsert í kirkjuni í Leirvík, har violinleikarin, Moniku Stauss Joensen, og urguleikarin, Andrea Stauss Hofmann, fara at spæla. Tey leggja afturat at konsertin er ókeypis. 

 

Tær báðar eru systrar og eru upprunaliga úr Sveis. Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum her hon er vælkendur tonleikari og hevur undirvíst musikkskúlanum. Systurin býr í Sveis, har hon er urguleikari í ymiskum kirkjum. 

 

Monika og Andrea fóru at spæla violin og klaver longu tá ið tær vóru sjey og átta ára gamlar. Hvørt ár spæla tær ymsa staðni í Sveis, men í ár hava tær eisini tvær konsertir í Føroyum Tann fyrra hevur verið í Havnar kirkju og hin seinna verður so í Leirvíkar kirkju í annaðkvøld. Síðani gongur leiðin til móðurlandið, har tær fara at spæla á fleiri summarkonsertum í Sveis. 

 

Tær báðar siga, at konsertin í Leirvík er partur af konsertrøðini, Summartónum, sum Felagið Føroysk Tónarskald aftur í ár skipar fyri kring alt landið. Kristian Blak hevur skrivað fimm løg fyri violin og orgul til hesar konsertirnar, men annars fara tær at spæla blandaðan tónleik frá barokki til nútíðartónleik.