Týðandi avgerðir mugu takast í makrelstríðnum

Orrustan um makrelin kann, um hon verður handfarin rætt, gerast grundarlag undir nógv størri útflutningi og fleiri arbeiðsplássum á sjógvi og landi. Skal hetta gerast varandi veruleiki, er kortini neyðugt at týðandi avgerðir verða tiknar.

Í fjør elvdu innanhýsis ósemjur í politisku skipanini og í vinnuni til, at tað tók alt ov langa tíð at taka avgerð um, hvør kós skuldi haldast í stríðnum um makrelin.
Í evstu løtu varð avgerð kortini tikin. Gamla makrelavtalan varð ikki endurnýggja og eginkvota á 15% av heildarkvotuni varð ásett. Tíbetur var hepni við okkum. Sjálvt um avgerðin fall seint, eydnaðist makrelfiskiskapurin á einari leið kortini.
Fyrr á sjóvarfallinum
Aftur í ár sær út til, at tað dregur út at taka neyðugu avgerðirnar í makrelmálinum.
ES, Noreg og Ísland hava fyri tíð síðan boðað frá, hvussu stóran part av heildarkvotuni tey kanna sær. Skip og virki har hava í góðari tíð fingið at vita, hvussu árið skal leggjast til rættis.
Okkara skip og virki vita enn lítið og einki um, hvat er í væntu í makrelhøpi, tí eingi greið boð eru komin úr landsstýrinum um, hvussu stór makrelkvotan verður og hvør fer at sleppa upp í part at fiska.
Týðandi millumlanda fiskiveiðuavtalur við ES og Noreg, sum vanliga hava verið gjørdar fyri árslok, hanga somuleiðis í leysum lofti, nú vit eru komin út í februar.
Um vinnan skal hava møguleika at fáa sum mest burturúr, er neyðugt at ruddað verður upp í hesum ógreiðu viðurskiftum, so vinnan veit hvar hon flýtur.
Makrelkvotan má tí ásetast beinanveg, fiskiskapurin eigur somuleiðis at verða skipaður so skjótt sum gjørligt og greiða má fáast á um millumlanda fiskiveiðuavtalurnar við ES og Noreg gerast egg ella ungi.
Eiga størri part enn Ísland
Skal nakað skilagott spyrjast burtúrúr stríðnum um makrelin, er fyrst og fremst neyðugt, at ES og Noreg slaka í teirra órímiligu krøvum. Men Ísland liggur eisini framvið.
Seinastu trý til fýra árini hevur makrelfiskiskapur tikið seg upp í íslendskum sjógvi, og í ár hava íslendingar boðað frá, at ætlanin er at fiska sløk 150.000 tons. Hetta er væl meira enn tey 85.000 tonsini, sum vit kannaðu okkum í fjør.
Fiskiskapurin í íslendskum sjógvi fer at hava við sær, at Ísland gerst nýtt strandaland í eini komandi makrelavtalu.
Heldur sama gongdin fram, er tað ikki óhugsandi, at íslendingar fara at vinna sær størri part av samlaðu makrelkvotuni enn vit, tá samanum kemur.
Søguligur fiskiskapur telur nógv í trætum um ferðandi fiskastovnar, tá býtast skal. Svartkjaftasemjan, ið varð gjørd í 2006, er gott dømi í so máta!
Skulu vit ikki sita við minsta partinum, tá av tornar, eigur landsstýrismaðurin at umhugsa at áseta okkum eina kvotu, sum er størri enn hon íslendingar hava kannað sær.