Verkætlanarflaggskipið hjá bretsku stjórnini at útbyggja og menna verandi orkukeldur vestan fyri Hetland hevur fingið eitt skot fyri bógvin, orsakað av hækkandi útreiðslum, høgum skatti og lágum gassprísum ljóðar frá keldum í oljuvinnuni. Verður ikki av álvara sett fokus á, hvussu man skal loysa hesar spurningar, so fara olju- og gassgoymslurnar vestan fyri Hetland, sum eru mettar at vera ein sættipartur av øllum kolvetnisgoymslunum hjá Stórabretlandi, at vera verandi í undirgrundini. Samstundis sum olju- og gassframleiðslan í Norðsjónum er komin í hæddina kann henda sannroynd fáa álvarsligar avleiðingar fyri orkutrygdina hjá Bretlandi og restini av Europa.
Heft at ótryggum økjum
Í 2006 framleiddi Bretland 77.4 milliardir kubikmetrar av gassi, sum svarar til 16% av samlaðu nýtsluni í EU. Men framleiðsla frá verandi keldum minkar heilt skjótt. Bretland kann gerast 80% heft at innfluttum gassi í 2020, sum kann stava frá ótryggum økjum við politiskum trupulleikum og váða segði bretski ráðharrin fyri Handil og Ídnað, Alistair Darling á einum stórari olju og gassráðstevnu í Skotlandi nú um dagarnar. –Vit hava tørv á at fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi, sum framvegis er í Norðsjónum segði ráðharrin. Hann vísti síðani á økið vestan fyri Hetland, sum hevur stórt virði og goymir olju og gass sum svarar til kanska millum 3 til 4 milliardir tunnur ella 17% av goymslunum, sum eru eftir. Fundini, sum longu eru gjørd vestan fyri Hetland, goyma fyrst og fremst gass. Um alt hetta gassið kom á marknaðin í 2010 og 2011, so kunnu vit í 2014 nøkta 6% av gasstørvinum í Bretlandi frá keldunum vestan fyri Hetland sigur David Mendelson, forrætnings- og menningarstjóri hjá oljurisanum Total við Dave Jones tíðindafyritøkuna. Franska oljufelagið Total eigur Laggan, sum er størsta gasskeldan, ið higartil er funnin vestan fyri Hetland. Hon varð longu funnin fyri mongum árum síðani, men hevur higartil verið mett ov lítil til at kunna bera eini einsamallari gassframleiðslu og infrastrukturi á Atlantsmótinum.
Millum feløgini, sum annars hava rættindi til tilfeingið vestan fyri Hetlandi eru m.a. BP, Chevron, ExxonMobil, Dong og Total. Onnur eru Statoil, OMV, Amerada Hess og Shell. Nógvar olju- og gasskeldur vóru funnar fyri meira enn 20 árum síðani, men fjarstøðan og avbjóðandi umstøðurnar har hava higartil forðað fyri eini útbygging av gassfeltum. BP byrjaði framleiðslu frá Foinaven oljukelduni miðskeiðis í 90 árunum og frá Schiehallion kelduni í 1998 og frá Clair í 2005. Hesar oljukeldur eru mettar at goyma millum 600 til 700 milliónir tunnur av olju. Tær umleið fýra milliardir kubikkføtur av gassi eru framvegis órørdar í sínum goymslum.
-Harðir vindar, høgar aldur gera tað sera torført at seta upp útbúnað til at fáa fjalda gassið upp úr undirgrundini sigur Peter Mendelson frá Total. Bara tað at bora brunnar har úti er torført. Flestu av keldunum eru á 400 til 1000 metra dýpi, nógv djúpri enn verandi oljukeldur í Norðsjónum. Størsta avbjóðingin er tann, at eingin infrastrukturur, undirstøðukervi er í økinum. Nýggjar gassútbyggingar miðskeiðis og í syðra parti av Norðsjónum kunnu binda í verandi pallar og rørleiðingar. Vestan fyri Hetland skal alt hetta byggjast upp frá ongum.
Út frá tí sannroynd at flestu av keldunum vestan fyri Hetland eru av meðalstødd, er tað ein spurningur, um tað er lønandi at byggja nýggjan infrastruktur, sum kann vera grundarlag undir eini útbyggingarætlan.
Útbygging fyri 40 mia. kr.
Oljufeløg, sum arbeiða í økinum, hava saman við DTI, sum er bretska handil og ídnaðarmálaráðið, ið eisini umsitur orkumál, skipað ein arbeiðsbólk í fjør fyri at menna eina partnaraloysn fyri útbygging av infrastrukturinum vestan fyri Hetland. Hesin bólkur fer at geva bretsku stjórnini eina fyribils frágreiðing í mai.
Fyribils útrokningar hjá stjórnini fyri 30 framleiðslubrunnar, umleið 800 kilometrar av nýggjum gassleiðingum og ein gassframleiðslusstøð á landi ella til havs, vísa, at hetta er mett til at kosta í minsta lagi 4 milliardir pund ella góðar 40 milliardir kr. Men tøkniligu avbjóðingarnar saman við høgum skatti, hækkandi kostnaði og verandi lágum gassprísum kunnu koma uppá tvørs av ella undirminera eina avgerð hjá arbeiðsbólkinum um at mæla oljufeløgum og myndugleikum til at fara undir stóru verkætlanina.
-Fólkini mugu veruliga til at leggja høvur í blot, tí so stór óvissa er knýtt at gassprísunum næstu fýra til fimm árini sigur Mike Tholen, búskaparstjóri hjá UK Offshore Operators' Association, UKOOA. Gassflutningur gjøgnum nýggjar leiðingar og nýggir LNG terminalar (LNG er gass í flótandi formi. Man hevur so terminalar til at ”likvificera” tvs. gera flótandi, blaðm.) hava gjørt, at gassprísurin í Bretlandi er farin niður í eina helvt síðani veturin 2006, til 18 dollarasr per samsvarandi tunnu av olju.
Flestu serfrøðingar í oljuvinnuni siga, at skal tað løna seg at fara eftir olju og gassi, sum liggur í undirgrundini, so má prísurin vera umleið 22 til 25 dollarar fyri tunnuna. Oljuprísurin, sum í løtuni er 60 dollarar fyri tunnuna, hevur lítlan búskaparligan týdning í einum øki, sum er ríkt uppá gass heldur enn olju siga serfrøðingar. Kostnaðurin fyri at finna og taka orkutilfeingi upp er nógv vaksin. Olju- og gassídnaðurin hevur nógv brúk fyri útgerð og útbúnaðari arbeiðsmegi. Leigan fyri boripallar í Norðsjónum er økt við 600% tey seinastu trý árini, og annar kostnaður veksur eins skjótt.
-Teir sera høgu tænastukostnaðirnir og teir lágu gassprísirnir, saman við spurninginum um stødd, ger roknistykkið fyri eitt nú Laggan verkætlanina til eina stóra avbjóðing segði Mendelson á oljuráðstevnuni í Skotlandi. Framtíðar vánirnar eru ikki bara ljósar. Geoff Gillies, ein av serfrøðingunum hjá ráðgevarafyritøkuni Wood Mackenzie metir prísin á bretskum gassi fara at vera umleið 35 dollarar svarandi til tunnu av olju frá 2010 til 2015, tá flestu av gasskeldunum vestan fyri Hetland eru farnar at framleiða gass.
-Okkara metingar siga, at Laggan er lønandi á einum slíkum prísstøði segði Gillies, hóast tað er marginalt, um tað ikki eydnast at býta kostnaðin av infrastrukturi við aðrar verkætlanir.
Stjórnin má lækka skatt
Men tað er ógreitt, um smærri keldur vestan fyri Hetland eru lønandi, sjálvt við hægri prísum, fáa útbyggingar av hesum ikki nakað av stuðuli frá stjórnini. -Stjórnin má umhugsa av nýggjum, um hon hevur tann rætta skattapolitikkin segði Tholen frá UKOOA á oljuráðstevnuni. Og hesum var Mendelson frá Total ikki ósamdur við honum í. –Eg haldi, at skattafyrimunir eiga at vera partur av loysnini segði hann. Hann sá fegin, at stjórnin hevur ein leiklut í ætlanini at menna ein infrastruktur í økinum við at lata skaffalætta í sambandi við tær stóru íløgurnar, sum standa fyri framman.
–Stjórnin má gera íløgu í hesa verkætlan við at lætta um skattliga. Feløg, sum framleiða olju og gass frá nýggjum keldum á bretska landgrunninum, rinda 50% í skatti sammett við ein standard partafelagsskatt uppá 28%. Nógv bendir á, at tað er rætt at lækka skattin, segði Tholen, um tað so verður avgerandi faktorurin fyri, um økið skal útbyggjast ella ikki. At fáa 40% av nógvum pengum er betri enn at fáa 50% av ongum legði hann aftrat. Darling frá orkumálaráðnum segði: -Vit eru sera upptiknir av hesi sannroynd, nú meðan vit staðfesta, at Norðsjógvurin er fult troyttur. Tá vit fara inn í meira torfør øki sum tað vestan fyri Hetland, so mugu vit vera vís í, at skattaskipanin er tann rætta. Vit eru tilreiðar at seta okkum niður og arbeiða saman við ídnaðinum fyri at tryggja, at vit hava ta røttu skipanina fyri at fáa sum mest upp úr Norðsjónum.
DTI talsmaðurin Richard Shrubb segði, at tað er ov tíðliga at siga nakað um, antin ein skattalætti fer at vera partur av útbyggingarætlanini fyri økið vestan fyri Hetland ella ikki. Tað stigið, sum er tikið til eina útbygging, kann vera lykilin, sum letur upp fyri longu funnum keldum í økinum segði Mandelson. –Um vit hava ein infrastruktur í økinum, so fer hann at skunda undir enn meira leiting. Og um smærri fund verða gjørd, so merkir tað, at tað longu finst ein leið at flyta gassið á marknaðin. –Har er framvegis nógv av olju og gassi har úti segði Darling.
Keldur: Dow Jone, skotskar og bretskar heimasíður og bløð.