Um dagarnar kom blað nummar tvey í røðini og tað fyrsta blaðið í ár av »Rigsfællesskabets fremtid«, sum forlagið Edition ELKI-SP í Silkeborg gevur út, á gøtuna.
Tíðarritið er skrivað av fólki, sum taka undir við ríkisfelagsskapinum og er eisini ætla at fáa fólk at fara betri um felagsskapin enn gjørt verður í løtuni.
Kortini hava vit fest okkum við, at ein partur av talskjalaprógvunum í høvuðsgreinini eru skeiv. Í greini, sum høvundin kallar »Selvstændighed i Rigsfællesskabet«, sigur Erik Laugesen Kristensen, at danski ríkisstuðulin til Føroya er 2,5 mia. krónur og at føroyska fíggjarlógin er upp á 5 mia. krónur.
Hesi tøl eru skeiv og tí ringdu vit til Erik Laugesen Kristensen og gjørdu hann varugan við mistaki. Samstundis spurdu vit hann um hann metti tað gagna kjakinum at brúka skeiv tøl
»Tað sigur seg sjálvt, at tað ger tað ikki. Sjálvandi skulu tølini vera røtt, og eg skilji ikki, at tey eru so langt við síðuna av«, sigur hann.
Hann vildi kortini ikki avdúka hvaðani hann hevði tølini í greinini. Hann segði tó, at hann fór at rætta tølini inni á heimasíðuni hjá tíðarritinum. Tað hava vit staðfest, at hann hevur gjørt.
Serstakliga óheppið
Vit ringdu eisini til Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum og bóðu hann um eina viðmerking.
»Tað er serstakliga óheppið, at teir brúka skeiv tøl. Tølini, sum teir hava brúkt í hasi greinini hava als ikki hald í veruleikanum«, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at tað kann skaða kjakið millum fólk, at upplýsingarnar, sum vera lagdar fram í einum slíkum tíðarritið eru skeivar.
»Hyggja vit at fíggjarlógini fyri í ár, so síggja vit, at vit bókstaviliga hava sett meginpartin av blokkstuðlinum á bók, og tí er tað beinleiðis ósatt, at tað fer út sum nýtsla« sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at hevði høvundin ómakað sær at hugt eftir føroysku fíggjarlógini, ella bara spurt um hana, so hevði hann fingið rættar upplýsingar.
Um dagarnar frættist, at yvirskotið á fíggjarlógini seinasta ár var góðar 700 mió. krónur og tað er í sær sjálvum nakað heilt fyri seg heldur Høgni.
»Tað merkir, at høvdu vit ikki tað serliga stóru skuldina, so kláraðu føroyingar seg í fjør uttan blokkstuðulin« sigur landsstýrismaðurin.
Kenna ikki veruleikan
Tað, sum Høgni heldur er óheppið er, at fólk, sum fara í holt við at skriva tilfar um ríkisttuðulin, ikki vita hvat tey skriva um.
»Hevði hann spurt hjá okkum, so fekk hann røttu upplýsingarnar, men tað hevur hann ikki gjørt. Men hann er ikki tann einasti, sum er fallin í hasa veitina« sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at formaðurin í Ráðgevandi nevndini Arne Larsen eisini hevur brúkt skeiv tøl tá hann hevur úttalað seg, og hann skuldi í hvussu er vita, hvat hann tosar um.
»Tað keðiliga er, at fólk lurtar eftir teimum og trúgva teimum upplýsingum teir koma við, og tað er tað sum kann skaða kjakið og tað kann ikki verða meiningin« sigur Høgni Hoydal.