Út at hyggja eftir tarvinum

Tað er ikki á hvørjum degi, at børn í dag sleppa nær einum tarvi. Tá møguleikin endiliga er til staðar er bara eitt at gera: Fara frá húsum.

Júst hetta gjørdu børnini í dagrøktini á Kambsdali ein góðveðursdag í farnu viku.

Tær eru so eyðkendar í teimum gulu vestunum.

Dagrøktarmammurnar báðar, Súsanna Hansen og Annika Rasmussen hava avtalað at møtast uttanfyri húsini. Ætlanin er at fara nakað suður um virkisbygningarnar, har tarvurin gongur.

Súsanna hevur verið dagrøktarmamma síðani í mars mánaði 1999 og dámar hetta arbeiðið sera væl.

- Eg havi innrættað mær kjallarin til endamálið, sigur hon við Sosialin.

Hon er ein av trimum dagrøktarum á Kambsdali. Tey flestu børnini eru ikki higani, men koma úr Fuglafirði.

Skjótt eru tær níggju genturnar savnaðar saman, men tær skulu líka ein túr inn í Snodda fyrst til myndatøkuna.


Nógv úti

Hóast nógv hús og virkisbygningar eru á Kambsdali, eru góðir møguleikar hjá børnunum at hava virksemi uttandura. Hetta gera tey nógv av.

- Ja, vit eru rættiliga nógv úti. Tá fanga vit síl, ganga túrar - ella sum í dag fara nakað burtur frá húsunum at hyggja eftir tarvinum, greiðir Súsanna frá.

Teir tríggir dagrøktararnir hittast saman við børnunum so at siga hvønn einasta dag, har tey syngja og spæla saman við hinum.


Spæla væl saman

Tá ein tekur við starvi sum dagrøktari hevur ein ikki beinleiðis ávirkan á, hvørji børn ein fær.

Hjá Súsonnu og Anniku var støðan tann sama, men tað vísti seg kortini, at tær í løtuni bara hava gentur í sínum heimi.

- Hetta hendi mestsum bara av tilvild. Tað stuttliga er eisini tað, at hin dagrøktarmamman bara hevur dreingir.

- Eg haldi, at tað er eisini gott bara at hava gentur. Eg upplivi so í øllum førum, at tær spæla sera væl saman, sigur Súsanna við einum brosi.



Børnini í dagrøktini

Henda dagin vit hittu genturnar á Kambsdali vantaðu tvær teirra í.

Annars eru tær hesar: Rakul, Ronja, Gunnvá og Emma sum ganga hjá Anniku. Í dag vantaði Anna Katrin.

Hjá Súsannu ganga: Bára, Selma, Kristianna, Rosana, Ingunn og so Karina, sum ikki var henda dagin.