Eftir at hava lisið sosialin 15-03-03 og skilt, hvussu illa fyri vit í Føroyum eru, tá vit skulu handfara innflytarar úr øðrum londum. Nevnda Rosalie Thomsen er gloppin ímillum onkra paragraf ella vánaligt orðað útgreining av uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi. Fyrst og fremst hevur hon ikki fingið røttu viðgerð í Danmørk, men heldur skeiva lýsing av umstøðunum. Og síðani eftir at vera komin til Føroyar handtikin og borin til politistøðina, sum ein hvør kriminellur, í tríggjar tímar einsamøll undir stressi berandi barn í sjeynda mánaði. Heini og Rosalie Thomsen hava annars sett seg í samband við fúta og hava greitt frá støðu síni hjá politinum.
Eru vit í Føroyum blivin óð í høvdinum!? Tað hóskar seg rætt, at ábyrgdarin fyri útlendingastýrinum tekur seg saman og loysir málið alt fyri eitt. Givið kvinnuni, sum er gift við føroyingi, eitt uppihaldsloyvi beinanvegin saman við arbeiðsloyvi. Alt bendir á, at vit føroyingar als ikki eru mentir at loysa nakran trupulleika sjálvir, men rena hjúnini beint til danmarkar aftur við sínum tveimum børnum, ella eru vit? Politiið hevur annars bert sitið á síni fløtu; ringt til mynttelifonina á Bládýpinum har tey búðu fyrstu tíðina og so ikki meir.
Eg skammist av okkum føroyingum at rena familju, sum er føroysk, av landinum í køldum hjarta ímeðan vit annars hava nógvar stakar útlendingar, ið eru her bert fyri arbeiði. Vit eiga í øllum førum at taka hesi hjún í álvara og viðfara tey sakliga, og geva teimum sama møguleika, sum vit vildu, at onnur skuldi givið okkum sjálvum. Hóast hettar skuldi alt verið óneyðugt, tí maðurin hjá hesi kvinnu er føroyingur.