Týdningarmikil ferðsluspegil í Vík ikki afturgjørdur í 6 mánaðir

Í mong ár hevur ein týdningarmikil ferðsluspegil hingið norðuri í Haldórsvík. Ferðsluspegilin hevur hingið við eitt sonevnt "Y-vegamót". Talan er um vegamótið har vegurin sum gongur frá Tjørnuvík og norðasta partinum av Haldórsvík, og vegurin frá kajuni í Haldórsvík møtast í einum sonevndum Y-vegamóti.

Rættiliga ringt sýnið er júst har, ikki minst hjá akfarsførarunum, sum koma koyrandi eftir vegnum frá kajuni í Haldórsvík. Tað hevur verið ringur standur í so máta í eitt hálvt ár. Í einari av mongum vetraródnum farna vetur varð tann fyri ferðslutrygdina, týdningarmikli ferðsluspegilin í Haldórsvik tikin av tí nógva storminum. Eitt neyðars endastykki av ferðsluspegilinum hevur hingið, sum eitt neyðaregg seinasta hálva árið, uttan at viðkomandi myndugleikar hava tikið sær av málinum, og sett ein nýggjan ferðsluspegil upp. Ferðsluspegilin hevur manglað á staðnum (sí myndina) síðani fyrst í november í 2011.

Nú summarið er í hondum fara nógv fólk, og ikki minst fremmandafólk at koyra teinin til Tjørnuvíkar. Tí hava fólk í Haldórsvík eitt brennandi ynski um, at ferðslutrygdin aftur verður sett í hásæti í bygdini, heldur í dag, enn í morgin.

Umboð fyri Sunda Kommunu greiðir frá, at tað er Landsverk, sum varar av málinum, sjálvt um fólk kunnu freistast at halda, at tað er Sunda Kommuna, sum varar av málinum, tá ferðsluspegilin stendur - ella rættari: stóð í einari bygd, sum er partur av Sunda Kommunu.

Bæði Sunda Kommuna, Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd og umboð fyri ferðsluløgregluna eru gjørd varug við manglandi ferðslutrygdina í Haldórsvík, nú eingin ferðsluspegil hevur verið við tað vandamikla vegamótið í eitt hálvt ár.

Ein speiskur víkarmaður helt fyri, at neyvan er pláss fyri einari rundkoyring á staðnum, har sum ferðsluspegilin á sinni stóð.