Tá fullveldið krasjaði

Bill Justinussen
løgtingsmaður

Dagurin í gjár var søguligur. Ið hvussu so er fyri Útvarp Føroya og kanska aðrar fjølmiðlar við. Hetta var dagurin, tá øll onnur minni týðandi mál sum eitt nú amerikanska forsetavalið og heimliga politiska støðan annars gjørdust sum sinnopskorn í mun til altumfatandi politiska stórmálið: at ein løg-tingsmaður - fyrrverandi sýslumaður enntá - hevði brotið treytaleysu víkiskylduna og hevði ikki meldað tilburðin. Hetta var dagurin, tá fjølmiðlaheimurin við Útvarpi Føroya í oddinum vaknaði úr dvala og veruliga tóku á seg public service skylduna, sum so tungt hvílir á teirra herðum. Hetta var dagurin, tá ein fjølmiðlaetisk lóg gjørdist óneyðug, tí nú varð ósvitaliga prógvað, at fjølmiðlarnir til fulnar røkja sína týdningarmestu uppgávu. Nú skuldi ein løgtingsmaður, sum frammanundan annars er kendur burturi og heima fyri sína reiðiligheit, avdúkast og svavast á almenna altar-inum, tí nú hevði hann sambært tíðindunum í fjølmiðlunum (við vilja sjálvandi) latið vera við at melda seg sjálvan. Í samrøðu við ein ovurspentan útvarpsmann var mest náttúrligi spurningurin sjálvandi: hvørjar avleiðingar skuldi hesin stórpolitiski tilburðurin fáa fyri ikki bara løgtingsmannin sjálvan, men eisini fyri flokk hansara og kanska fyri alla fullveldisgongdina sum heild. Tað var heilt greitt at skilja millum linjurnar, at nú kundu vit føroyingar ongantíð aftur seta vónir okkara til einar frælsar Føroyar, tí ein av oddvitunum hevði brotið treytaleysu víkiskylduna. Óhappið tykist mótvegis Útvarpi Føroya at hava sáað slíkan iva um trúvirði løgtingsmansins, at hann tað sama helst bara burdi tikið seg úr politikki og ongantíð víst seg aftur, tí treytaleysa víkiskyldan varð brotin. Álvarsligt, álvarsligt!!
Gott, at vit føroyingar fáa slík hágóðskutíðindi, tá vit nú vita, at vit rinda meira enn nakað annað land í heiminum fyri at hava eitt alment útvarp. Tað skuldi bara manglað, at vit ikki fingu hesi tíðindini einar 6-7 ferðir hendan søguliga dagin, tí slík álvarslig brot framd av einum løgtingsmanni, sum als ikki er eitt vanligt menniskja, kunnu bara ikki fara stillisliga aftur við borðinum. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at treytaleysa víkiskyldan verður brotin, má met-ast. Tíðindavirðið í hesi hending má metast at vera ómetaligt, og vónandi er bæði tingflokkur løgtingsmansins eins og alt Føroya fólk ílætið til at taka øðiligu politisku avleiðingarnar av hesum ferðsluóhappi.
Álvaratos, okkurt meiri kveikjandi kundu fjølmiðlarnir nýtt sína orku til.