Tíggju mánaðir í fongsul og onki koyrikort í seks mánaðir.
Tað er prísurin, sum ein kvinnuligur bilførari skal betala fyri púra skilaleysa koyring, sum endaði við, at tvey fólk doyðu og eitt annað fólk fekk álvarligt mein.
Kvinnan sjálv meiðslaði seg so illa í vanlukkuni, at hon lá leingi á sjúkrahúsi.
Málið hevur nú verið fyri í Føroya Rætti og har kom fram, at kvinnan sjálv ikki minnist nakað frá vanlukkuni og tí kundi hon ikki taka støðu til um hon var sek ella ikki.
Tá ið blóðroynd varð tikin av henni, hevði hon 1,5 promillu í blóðinum, tá ið vanlukkan hendi.
Kvinnan var ákærd fyri óviljað manndráp, skilaleysa koyring, rúsdrekkakoyring og fleiri onnur lógarbrot í sambandi við hesa ferðsluvanlukkuna, sum hendi á Sandvíkahjalla.
Í hesum sambandi varð hon eisini ákærd fyri at sett lív og heilsu hjá fleiri fólkum í vanda, umframt tey, sum doyðu.
Tað gjørdi hon við fyrilitarleysari yvirhálingum og skilaleysari koyring annars.
Kvinnan var á veg norður eftir Hvítanesvegnum, men vitni hava greitt frá, at hon koyrdi sikk-sakk og hon yvirhálaði ein bil høgrumegin og ein annan vinstrumegin, men tá rendi hon beint á ein bil, sum kom suðureftir.
Eini hjún í suðurgangandi bilinum doyði og ein vaksin abbasonur, sum eisini var í bilinum, fekk so álvarsligan skaða, at tað síðani hevur verið tórført hjá honum at røkja arbeiðið.
Tey trý fólkini vóru á veg til Havnar í familjuveitslu, tá ið vanlukkan rakti tey.
Kravdi 10 mánaðir.
Tað er óvist hvat tað var, sum fekk kvinnuna at koyra so fullkomiliga skilaleyst, men vitni høvdu sæð hana niðri í býnum í stórari sinnisrørslu, har hon sat í bilinum og floytaði og dukaði nevarnar niður í róðrið.
- Tað var týðiligt, at hon var sinnisrørd, helt ákærin
Kravdi 10 mánaðir
Ákærin vísti á álvarsemi í málinum og helt, at ein hóskandi revsing var at døma kvinnuna fongsul í 10 mánaðir og at missa koyrikortið í seks ár.
Ákærin helt ikki, at tað eigur at føra mildari revsing við sær, at bilførarin sjálv meiðslaði seg illa í vanlukkuni.
Verjin helt at tað var nakað hart at døma hana 10 mánaðir í fongsul og at missa koyrikortið í seks ár, tí hann metti, at helvtin av hesum var ivaleyst.
Verjin helt, at tað eigur eisini at koma henni til góðar, at hon ongantíð áður er revsað. Og so helt hann eisini, at kvinnan longu varð revsað nóg mikið og at hon verður revsað restina av lívinum.
Men dómarin gav ákæranum fult viðhald í sínum kravi og dømdi kvinnuna eftir tí.
Hann helt, at tær álvarsligu avleiðingarnar av vanlukkuni átti at síggjast aftur í revsingini.
Áðrenn dómarin tók støðu í málinum, fekk ákærda høvi at taka orðið, men hon fekk ikki sagt so nógv.
Lágmælt á málinum fortaldi hon familjuni hjá teimum, sum lótu lív, at hon var ómetaliga kedd av tí, sum varð hent
- Men eg fái onki sagt og eg fái onki gjørt, legði hon afturat.
Seinni skal so støða takast til um kvinnuligi bilførarin eisini skal betala endurgjald fyri vanlukkuna.