Tíggjutals føroyskar fløgur út til jóla

Aftur í ár fær føroyski jólagávukeyparin kjansin at velja millum ótal av føroyskum fløgum. Tær koma út slag í slag næstu vikurnar

Niclas Johannesen


Kavajól, kanska. Fløgujól, púra vist.

Talið á føroyskum fløgum, sum koma út nú til jóla sníkir seg lættliga upp um tíggju. Og tað er nógv, sammett við keyparagrundarlagið. Og kortini ikki líka nógv sum villa metárið í fjør. Tá komu 17 (!) fløgur út frá oktober til desember.


Slag í slag

Longu nú er heiðursfløga til Regin Dahl komin í handlarnar. Men fleiri eru í hølunum á Regini. Og talan er um øll sløg av tónleiki.

Í popphøpi man tann mest ambitiøsa fløgan hesi jólini ivaleyst vera ?Jólafløgan?, sum Jákup Zachariassen, Regin Guttesen og Finnur Hansen hava produserað. Talan er um kendar og nýggjar jólasangir, har sangarar so sum Alex Bærentsen, Nicolina á Kamarinum, Regin Guttesen, Teitur Lassen, Kim Hansen, Malan Thomsen, Karl Martin Samuelsen og onnur syngja løg, sum ávíkavist Jákup, Regin og Finnur hava produserað. Fløgan er innspæld í Nashville og partvíst í Føroyum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað í Danmark, og tað er 3?arin, sum gevur út.

Útvarpið tekur aftur í ár táttin upp eftir sær sjálvum, og gevur triðju ?Útvarpsfløguna? út. Aftur hesaferð er tað Jóhannus á Rógvi Joensen, ið produserar. Millum nøvnini, ið teljast við á hesi fløgu kunnu nevnast Kim Hansen, Malan Thomsen, Sjey (les Kjølar minus sangaran Signar), Karl M. Samuelsen, Lena Anderssen, James Olsen, Ronnie Nielsen, Jazz Oasis o.o.

Rock í Føroyum trý kemur eisini út fyrsta dagin. Hesaferð eitur fløgan ?Grótføroyskt? og sipar til, at allir tekstir eru á føroyskum. Við á fløguni hesaferð eru eitt nú Hatespeech, Diatribes, Happy, Incounter Galaxy og bólkurin Myrkt.

Eisini MC. Restorff er klárur við nýggjari fløgu. Hon kemur út seinni í november og fær heitið ?Sálmar og sangir í nýggjum búna.? Tað er Regin Guttesen, ið hevur produserað meginpartin av tónleikinum á fløguni. Hesaferð er talan fyrst og fremst um sálmar og sangir, ið longu eru kendir, men ? sum heitið sigur ? hava fingið nýggjan tónlistarligan búna.

Í tí lættara føroyska endanum koma Anfinn & Co út við fløgu. Føroyski sjómaðurin, sum er búsitandi á Bornholm, hevur aftur hesaferð fingið Jóhannus á Rógvi Joensen at standa fyri upptøkunum. Og Anfinn heldur fram eftir sama leisti, sum tá Sirkus Tinganes gjørdist ein landaplága. Nýggja fløgan fær heitið ?Betur seint enn álvara?.

Ein annar rutineraður bólkur, sum eisini hevur nógvar klassikarar at vísa á hevur eisini verið í upptøkuhølunum í heyst. Tað er Vestmenn, ið eisini fara at koma út við nýggjari fløgu til jóla. Martin Joensen hevur skrivað flestu tekstirnar og fleiri av løgunum.

Fyrr í ár vóru ?plúmmararnir? eisini í studio saman við Holger Laumann. Hetta var eitt projekt, har Magnus Johannessen og Holger Laumann hvør í sínum lagi hava skrivað allan tónleikin. Talan er um instrumentaltónleik, ið klingar meira av fólkatónleiki ? tó spældur av jazztónleikarum. Fløgan fær heitið ?Greenhouse? og skuldi eisini verið í handlunum fyrsta dagin.

Árni Andreassen er í hesum døgum í ferð við at spæla inn eina jólafløgu við nýggjum jólasangum, ið hann sjálvur hevur gjørt. Henda fløgan fer helst at koma út eina ferð fyrst í desember.

Somuleiðis Gospelbólkurin út við fløgu, ið fær heitið ?Í staðnum Nazaret?. Á hesi fløgu hevur Jóhannus á Rógvi Joensen eisini staðið fyri upptøkunum.

Í hesi vikuni fer nólsoyarbólkurin ?Feedback? so eisini í studio at spæla inn fýra løg til eina stakfløgu. Talan verður um heimagjørdan popp?rock. Kim Hansen fer at leggja ungu manningini lag á. Henda fløgan kemur helst eisini út fyri jól.

Tað verða fyrst og fremst 3?arin og so eisini Tutl, ið útgeva fløgurnar. Høgni Zachariassen, ið arbeiðir í 3?arinum, sigur fyri Sosialinum, at tær gott og væl tíggju fløgurnar, sum koma út, fáa eisini kapping frá fløgum, ið uppliva síni fyrstu jól á søluhillunum. Her kunnu nevnast Jóannes Jakobsen, Moirae, Lena, Visible Fish, Pipar & Salt, Millum Frændur ið allar komu út í juni?juli í ár.

Síðani hevur verið sera stilt á fløgumarknaðinum. Inntil nú, tá einar tíggju?fimtan fløgur koma at kalla í einum.