Í dag er langafríggjadagur. Hesin dagurin verður hildin til minnis um krossfesting Jesusar.
Sambært Anfinni Johansen, so stavar navnið langafríggjadagur frá tí sorgini, ið merkti dagin.
- Langafríggjadagur hevur navnið hjá sær. Hann hevur tókst langligur av tí sorgarlag, sum yvir honum hvíldi, tí hann var hildin til minnis um pínslu og krossfesting Krists, skrivaði Anfinnur Johansen á heimasíðuni hjá Setrinum fyri nøkrum árum síðani.
Tað var hendan dagin, at Jesus varð førdur fram fyri jødiskar og rómverskar myndugleikar aftaná, at Judas Iskariot hevði svikið hann.
Fyrst varð Jesus førdur fram fyri Annas høvuðsprest, ið sendi hann víðari til Kaifas høvuðsprest. Tað var Kaifas, ið sendi hann til rómversku myndugleikarnar, nevniliga Pilatus, landshøvding.
Pilatus metti ikki sjálvur, at Jesus hevði gjørt nakað galið, og royndi enntá, tá hann hoyrdi at Jesus var galileari, at fáa Heródes, høvding yvir Galilea, at fella dóm í málinum.
Heródes sendi tó Jesus aftur til Pilatus, og royndi Pilatus enn einaferð at sleppa undan at fella dóm, tá hann gav jødunum møguleikan at velja millum at leyslata Jesus ella drápsmannin Barabbas. Jødiska mannamúgvan, eggjað av átrúnaðarligu leiðarunum, valdu at leyslata drápsmannin.
Ásannandi, at tað var ikki nógv, ið hann sjálvur kundi gera, og í ótta fyri, at jødarnir fóru at gera uppreistur, lat Pilatus Jesus húðfletta og gav síðani eftir fyri ynskinum hjá jødunum.
Jødarnir flættaðu tornakrúnu og noyddu Jesus at bera krossin, við hjálp frá Símuni, til Golgata, eisini kallaður Skallastaður.
Har lat Pilatus hann krossfesta millum tveir ránsmenn og setti eitt skelti á krossin við tekstinum.
- Jesus úr Nazaret, kongur Jødanna.
Jesus hekk á krossinum í seks tímar. Seinastu tríggjar tímarnar fall myrkur yvir alt landið. Jesus rópti tá við harðari rødd:
- Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?
Tað vóru, sambært Markus, seinastu orð Jesusar, áðrenn hann andaðist. Í tí sama rakti jarðskjálvti landið og forhangið til templið skrædnaði.
Síðani fekk Jósef úr Arimatea loyvi frá Pilatus at taka likam Jesusar, sveipa tað í líkklæði og leggja tað í grøv.
Til ber at lesa um hendan dagin í evangeliunum eftir Matteus, kapittul 27, eftir Markus, kapittul 15, eftir Lukas, kapittul 22 og 23 og eftir Jóhannes, kapittul 18 og 19.
Hetta er tað, sum Markus, evangelistur, skrivar um hendan dagin:
Og við tað sama um morgunin hildu høvuðsprestarnir ráðagerð saman við hinum elstu og hinum skriftlærdu, øllum ráðinum, og teir bundu Jesus og fóru burtur við honum og flýddu Pilatusi hann.
Og Pilatus spurdi hann: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði og sigur við hann: «Tú sigur tað.» Og høvuðsprestarnir bóru upp mangar klagur um hann.
Men Piltaus spurdi hann aftur: «Svarar tú als einki? Sí, hvussu mikið tað er, sum teir klaga teg fyri.» Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist.
Men um hátíðina var hann vanur at geva teimum ein fanga leysan, tann, sum tey bóðu um. Og har var ein, av navni nevndur Barabbas, sum sat fastur saman við ófriðarmonnum, sum í uppreist høvdu gjørt seg sekar í manndrápi.
Og mannamúgvan kom niðan og fór at biðja hann, at hann skuldi gera teimum, soleiðis sum hann var vanur. Men Pilatus svaraði teimum og segði: «Vilja tit, at eg skal geva tykkum Jødakongin leysan?» Tí at hann visti, at tað var av øvund, at høvuðsprestarnir høvdu flýtt honum hann.
Men høvuðsprestarnir østu mannamúgvuna upp, til tess at hann heldur skuldi geva teimum Barabbas leysan. Men Pilatus tók aftur til orða og segði við tey: «Hvat vilja tit tá, at eg skal gera við hann, sum tit kalla Jødakongin?»
Men tey rópaðu aftur ímóti: «Krossfest hann!» Men Pilatus segði við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu tað, tey vóru ment: «Krossfest hann!»
Og av tí, at Pilatus vildi gera mannamúgvuni til vildar, gav hann teimum Barabbas leysan; men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.
Men hermenninir fóru burtur við honum inn í garðin, tað er inn í borgina, og kalla saman alla manningina. Og teir lata hann í eina skarlaksskikkju og flætta eina krúnu av tornum og seta niður á hann. Og teir tóku at heilsa honum: «Heilur og sælur, tú, Jødakongur!» Og teir slógu hann í høvdið við einum sevleggi og spýttu á hann og fullu á knæ og tilbóðu hann. Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr skarlaksskikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði. Og teir fara út við honum at krossfesta hann.
Og teir noyða ein mann, sum kom gangandi har framvið, Símun frá Kýrene, sum kom heim av markini, faðir teirra Aleksanders og Rufusar, at bera kross hansara. Og teir fara við honum út á tann staðin, ið eitur Golgata, tað merkir: ennistaður. Og teir góvu honum vín at drekka við myrru í; men hann tók ikki við tí.
Og teir krossfestu hann, og teir býttu klæði hansara millum sín og teir kastaðu lut um tey, hvat hvør teirra skuldi taka. Men tað var um landsuðurstíð, tá ið teir krossfestu hann. Og yvirskriftin um sakarmál hansara stóð skrivað omanfyri: Kongur Jødanna.
Og teir krossfesta tveir ránsmenn saman við honum, annan høgrumegin og annan vinstrumegin við hann. Og skriftin gekk út, ið sigur: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.»
Og tey, ið gingu framvið, spottaðu hann, og tey ristu við høvdinum og søgdu: «Tví vorði tær! Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp eftir trimum døgum! Stíg niður av krossinum og bjarga nú tær sjálvum!»
Somuleiðis hildu eisini høvuðsprestarnir hann fyri spott sín ámillum í felagi við hinum skriftlærdu og søgdu: «Øðrum hevur hann bjargað; men sær sjálvum er hann ikki mentur at bjarga! Kristus, Ísraels kongur – hann stígi nú niður av krossinum, so at vit kunnu síggja tað og trúgva!» Eisini teir, ið vóru krossfestir saman við honum, hildu hann fyri háð.
Og tá ið middagur var komin, legðist myrkur um alt landið líka til nóns. Og um nón rópaði Jesus við harðari rødd: «Eloï, Eloï, lama sabaktani?» tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» Og nakrir av teimum, ið hjá stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Sí, hann rópar eftir Elia.» Men ein leyp til og fylti ein svamp við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka og segði: «Bíðið! Latum okkum síggja, um Elia kemur at taka hann niður.»
Men Jesus rópaði so hart eitt róp og gav upp andan.
Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey, úr erva og líka niður ígjøgnum.
Men tá ið herhøvdingin, sum stóð har hjá, beint yvir av honum, sá, at hann gav upp andan á slíkan hátt, segði hann: «Sanniliga var hesin maður sonur Guðs!»
Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups lítla og Jóses, og Salóme, tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við honum niðan til Jerúsalem.
Og tá ið nú var komið at kvøldi, – og atfangadagur var, tað er dagurin fyri hvíludagin – kom Jósef úr Arimateu, ein mætur ráðharri, sum eisini sjálvur væntaði Guðs ríki; hann tók mót til sín og fór inn til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi.
Men Pilatus undraðist um, at hann longu skuldi vera andaður, og hann kallaði tí herhøvdingan til sín og spurdi hann, um hann longu var andaður. Og tá ið hann hevði fingið tað at vita av herhøvdinganum, læt hann Jósef fáa líkið.
Og hann keypti fínt línklæði og tók hann niður og sveipaði hann í línklæðið og legði hann í eina grøv, sum var høgd inn í ein klett, og hann velti ein stein fyri gravarmunnan. Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar hann varð lagdur.