Tá hassjið drepur kenslurnar hjá mammu

Dagliga hassjnýtslan í fleiri ár doyvdi kenslurnar. Tá hon hugsar aftur, eru minnini kám og hon sannar, at hon ikki hevur verið til staðar mentalt, ikki hevur verið før fyri at givið dóttrini kærleika og nærheit. Rúsevni kom í fyrstu røð

Tóra er 29 ár og eigur eina dóttur, sum er átta ár. Síðan hon var 15 ár, hevur hon nýtt hassj hvønn dag. Fyri tveimum árum síðan gjørdi hon av at fara í viðgerð. Misnýtslan hevur havt stórar avleiðingar fyri hennara lív og sambandið við dóttrina. Hon ynskir at siga frá sínari søga fyri at hjálpa øðrum. Fyri at verja hana og familju hennara hava vit valt at nýta dulnevni.
Stovan kennist fjálg at koma inn í frá kuldanum. Kertuljósini skapa eitt reyðligt livandi sker inni, og yvir av mær situr ein ung kvinna. Hon er sera blíð og eyguni glógva, útstrála styrki. Her inni er einki, ið boðar frá tí kulda, hon sigur frá løtu seinni.
Tá Tóra var yngri vórðu foreldur hennara skild. Hon nýtti høvið at flyta úr bygdini. Eftir hetta gjørdi hon sum henni lysti. Á nýggja plássinum kendi hon seg drigna at teimum klikunum, har fólk vóru eitt sindur vill, og tóktust at vera líkasæl við tey vanliga viðurkendu virðini og myndugleikar í heila tikið. Í hesum umhvørvi vóru hassj og onnur rúsevni nógv nýtt. Tá hon var 15 ár, varð hassj vorðið ein partur av dagligdegi hennara. Hon helt ikki, at tað ávirkaði hana so nógv tá. Dámdi tað í grundini ikki serliga væl. Í dag er júst hassjið orsøkin til, at 12 ár av lívi hennara hava verið merkt av líkasælu. Brennivín hevur ført til óteljandi mannminkandi hendingar við mannfólki, sum hava kent tað sum sín rætt at skemma hana og neyðtaka hana, av tí at hon var avdottin.
Hassj doyvir kenslurnar
Dagliga nýtslan av hassji ávirkaði sansirnar, og ímeðan Tóra stríddist fyri altíð at sýnast frísk og glað, broyttist hon. Hon bleiv yvirfladisk og kensluleys. Tordi ikki at hyggja í eyguni á fólki, og tað var ringt hjá øðrum at fáa kontakt við hana.
- Hassjmisnýtslan gjørdi, at ein dýna legðist yvir meg og skilti meg frá umheiminum. Soleiðis upplivi eg tað nú, tá eg hugsi aftur, sigur hon. Hetta var tó ikki nakað, hon legði merki til, meðan hon enn roykti hassj. Hon helt, at hon var, sum hon altíð hevði verið. Og sum hon átti at vera.
- Eg helt ikki, at tað var nakar trupulleiki at roykja hassj. Tað var bara nakað eg gjørdi, tá eg hugnaði mær heima. Men í dag síggi eg, at hassjið hevur verið ein stórur trupulleiki. Tá eg hugsi aftur, tykjast øll minni sera kám. Ikki fyrr enn eg helt uppat við misnýtsluni, vaknaðu mínir sansir aftur. Tá varnaðist eg, hvussu doyvd eg havi verið, sigur Tóra.
Var kensluleys
Tá Tóra var 20 ár, átti hon eina dóttur. Hon var misnýtari øll tey fyrstu árini av lívinum hjá dóttrini. Í dag sær hon, at hon hevur livað saman við dóttrini uttan at vera før fyri at geva henni kærleika og nærleika, tey fyrstu árini av hennara lívi.
- Við mær sjálvari visti eg fullvæl, hvussu høgt eg elskaði dóttur mína, men eg føldi tað ikki. Eg kundi klemma hana, men tað ávirkaði meg ikki. Tað kendist sum eitt slør var millum meg og umheimin. Eg lovaði aldrin nøkrum heilt inn at mær og míni nærmastu siga í dag, at tað var ógjørligt at fáa samband við meg, sigur Tóra.
Tá hon var avrúsað, byrjaðu sansirnir at vakna. Hon merkti nú, hvussu doyvd hon hevði verið, alla ta tíðina, sum hon hevði roykt hassj hvønn dag. Hon minnist nær tað veruliga gekk upp fyri henni, at hon ikki hevði verið til staðar, tá dótturin var minni.
- Einaferð sá eg eina mynd av dóttrini, tá hon var lítil. Eg græt og græt, tá eg sá myndina, tí tað gekk upp fyri mær, at eg ikki reiðiliga minnist, at hon hevur sæð soleiðis út. Eg minnist ikki, at hon hevur verið so fitt, sigur hon. Hon vísir mær eina mynd av dóttrini og spyr:
- Er hon ikki fantastiska deilig? Hon sigur víðari frá, at hendingin fekk hana at hugsa um, um hon yvirhøvur hevði verið før fyri at givið dóttrini kærleika og nærheit.
-Tá eg sá myndina, hugsaði eg, at eg ikki havi verið mentalt til staðar. Eg minnist jú ikki, at hon hevur sæð soleiðis út. Minnist ikki hvussu fitt hon var. Eg minnist ikki, nær hon byrjaði at ganga. Minnist ikki, hvussu tað kendist at uppliva tað, at hon byrjaði at ganga. Alt er tokut. Alt er bara farið yvir høvdið á mær, eg var líkasæl. Hassjið var nummar eitt. Alt annað kom í aðru røð, sigur hon.
- Í dag merki eg kærleikan fyri mínum barni. Tá eg klemmi hana merki eg kærleikan fyri henni. Áður var kærleiki fyri dóttur míni, nakað eg visti, eg hevði og ikki nakað eg merkti eg hevði. Tá eg kom burtur úr misnýtsluni kendi eg munin.
Manglaði aldrin materiell ting
Hóast Tóra í dag kennir, at hon ikki var mentalt til staðar, tá hon var misnýtari, hevur dótturin tó aldrin liðið undir manglandi umsorgan, tá tað kom til onnur ting.
-Tað skal nógv til, áðrenn ein mamma ikki kann taka seg saman at geva barninum mat, koyra tað í bað, og geva tí klæðir á kroppin. Hesum havi eg aldrin havt trupulleikar við. Eg havi harímóti ikki kunna givið barni mínum ta nærheit og tann kærleika, sum tað hevur havt brúk fyri. Hetta er jú eins týdningarmikið, ella meira týdningarmikið, sigur hon. Hon sigur, at hon ikki er heilt greið yvir um dótturin er ávirkað av, at hon ikki hevur havt nærleikan av mammuni.
- Hon hevur kanska eitt sindur ringt við at vísa sínar kenslur, eins og eg havi havt tað. Til dømis grætur hon aldrin, um onnur eru til staðar. Heldur ikki framman fyri mær. Eg hugsi onkuntíð, at hon líkist mær. Hon vil altíð vera best og dugir eisini væl við øllum. Eg havi altíð roynt at sýnt styrki úteftir. Um eg var í ringum lag, gjørdi eg alt fyri at goyma tað. Tí havi eg altíð tykist at vera glað og sterk, men ofta var eg kedd og ósikkur.
Flutti til ommuna
Hóast misnýtslan helt á í fleiri ár við ballum, sum, í ringasta føri vardu frá hósdegi til mánadag, hevur dótturin aldrin verið ein partur av hesum. Hon fór oftari og oftari til ommuna og hennara heim bleiv umsíðir meira og meira heimið hjá ommubarninum.
- Mamma mín hevur altíð hjálp mær. Kanska tað hevur verið við til at gera, at misnýtslan helt fram í áravís. Men tað er ringt sum mamma ikki at hjálpa barninum hjá tær. Eg havi altíð kunnað uggað meg við, at dótturin hevur fingið alt, hon kundi ynskja sær heima hjá ommuni. Tey hava givið henni umsorgan og kærleika. Kostnaðurin, fyri mítt viðkomandi, hevur verið, at eg havi mist tað týdningarmestu tíðina av lívi hennara, sigur hon og fortelur at føðingadagar, jól og tílíkt hava eisini altíð verið hildið hjá ommuni.
Svikið dóttrina
Hóast dótturin altíð hevur havt tað gott hjá ommuni, kennir Tóra tað sum hon hevur svikið hana.
- Av tí at dóttur mín hevur havt tryggar karmar hjá mammu, hevur hon ikki verið einsamøll. Hon hevur heldur aldrin verið heima, um eg havi hildið veitslur. Kortini veit eg, at eg havi svikið hana, sigur hon.
- Eg havi svikið hana eins nógv og tann, sum koyrir býin oman og niðan eftir einari tilvildarligari barnagentu á miðari nátt. Eg var so langt úti, at eg hevði gjørt akkurát tað sama, um tað hevði verið neyðugt. Eg hugsaði bara um eitt, og tað var rúsevni. Um eg hevði barnagentu, tá eg fór í býin, kundi eg finna uppá at koma heim aftur tveir dagar aftaná, sigur Tóra.
Hetta førdi eisini til, at hon var meldað einaferð, men tað broytti tó ikki umstøðurnar.
- Einaferð varð eg meldað til myndugleikarnar, men tað órógvaði meg einki. Eg vardi meg, segði, at eg ikki hevði nakrar trupulleikar, so hendi ikki meir. Hendingin ávirkaði meg heldur ikki í so máta, at eg helt, at eg átti at broytt lív mítt. Eg helt sum sagt ikki, at nakað var galið. Eg hevði arbeiði og hugsaði, at tá eg kundi røkja mítt arbeiði, kundi eg ikki hava nakran trupulleika, sigur hon.
Hassjið ringast
Misnýtslan umfataði fyrst og fremst hassjið, sum Tóra roykti hvønn dag. Alkoholnýtslan er tó tað, sum hon setur í samband við kaosið, sum altíð fylgdi í kjalarvørrinum av einum býtúri. Tí hevur hon altíð hildið, at um hon hevði ein trupulleika, var tað við brennivínið. Men hassjið hevði mest at týða fyri hana.
- Eg upplivdi aldrin trupulleikar av at nýta hassj. Tó var eingin friður á mær, um eg ikki hevði nakað. Tað hendir ikki ofta, at einki er at fáa, men tá tað hendi, var eg frá mær sjálvari. Bara eg hevði ein klump, var alt annað líka mikið. Tað syrgdi eg fyri at eiga hvønn dag, eins og onnur keypa inn hvønn dag. So sat eg bara og slappaði av og hugnaði mær. Eg upplivdi tað ikki sum ein trupulleika. Eg legði ikki merki til, at tað drap mínar kenslur, sigur hon.
Tað var annaðleiðis við alkoholi, Tá hon drakk, misti hon tamarhaldið á sær sjálvari, og hon hevur ringar royndir við at drekka.
- Fór eg í býin fríggjakvøld, kom eg aftur í aftur leygarkvøld, ella sunnukvøld. Eg vaknaði undarlig støð. Visti ikki hvar eg var, og fleiri ferðir vaknaði eg við, at onkur gjørdi seg inn á meg. Eg ímyndaði mær ongantíð, at kvøldið fór at enda soleiðis, tá eg fór í býin, men so gekk ofta galið kortini, sigur hon. Hon fortelur eisini, at rúsevni, sum speed, svampar og kokain av og á eisini vóru uppi í leikinum.
Náddi botnin
Ofta er neyðugt at náa botnin, áðrenn nøkur broyting hendir, sigur Tóra. Tá hon gjørdi av at fara í viðgerð, hevði hon havt tað ógvuliga ringt í eina tíð.
- Ikki fyrr enn eg náddi botnin, broyttist mátin, sum eg sá mína egnu støðu uppá. Fleiri hendingar, seinasta mánaðin áðrenn eg fór í viðgerð, gjørdu, at eg hevði tað ringt við mær sjálvari. Eg hugsaði: ?Eg eri mamma, eg kann ikki liva soleiðis.? Eg skammaði meg yvir mína støðu. Kortini helt eg áfram við at liva, sum eg hevði gjørt. Eg var givin við at arbeiða, og tað hevði stóra ávirkan á mína avgerð. Nú hevði eg ongan pening at keypa rúsevni fyri. Eg var tvungin at læna frá øðrum, og hetta var ein stórur smeitur fyri mín stoltleika. Tað kendist mannminkandi, altíð at sita og læna frá øðrum. Læna sigarettir, øl, ein klump, ella hundrað krónur. Eg kendi meg lítla, kundi slett ikki liva við tí. Hóast at eg havi verið misnýtari í nógv ár, havi eg altíð syrgt fyri at halda eitt ávíst støði. Eg havi havt ráð til at liva, sum eg havi gjørt. Nú var eg komin so langt út, at eg var givin við at arbeiða og kundi, snøgt sagt, ikki sjálv syrgja fyri mínum livihátti. Hóast tað var ringt at spyrja um ein kundi læna, gjørdi eg tað kortini. Eg kundi ikki lata vera, sigur hon.
Varð neyðtikin
- So hendi tað, at eg varð neyðtikin enn einaferð. Tá smildraðist mín verð. Eg orkaði ikki meira. Eg lá í seingini og græt í fleiri dagar. Mamma mín sigur, at hon merkti á sær, at tað stóð illa til. Hon ringdi og ringdi, men eg tók ikki telefonina. Hon gavst tó ikki so, og tað endaði við, at eg tók telefonina. Hon hoyrdi beinanvegin, hvussu illa var statt, og gjørdi av at koma heim til mín. Tað var fyrstu ferð, hon var á gátt hjá mær í fleiri ár. Eg vildi aldrin, at hon skuldi síggja, hvussu eg livdi. Tá hon sá støðuna, varð hon skelkað. Hon hevði vitað alla tíðina, at tað stóð illa til, men hevur nokk skúgvað tað til viks. Nú sá hon við egnum eygum, hvussu langt úti eg var. Hon kendi tað sum onkur hevði skrætt hjartað úr henni. Eg hevði bara ligið og grátið í fleiri dagar. Ristist og skalv um allan kroppin. Vín og silvurpappír lá yvir tað heila í íbúðini, sum var skitin og tvitin. Hon græt og rópti, at hon vildi hava dóttur sína aftur. At hon hevði mist hana til hassjið, tá hon var 16, men at hon vildi ikki meir. Hon vildi ikki geva upp. Fortelur Tóra.
Torfør avgerð
Mamman fekk Tóru at ganga við til viðgerð.
- Tann seinasta mánaðin hevði eg drukkið illa, og skeiðað heilt út. Eg havi møguliga vitað innast inni, at eg var á veg í viðgerð, men vildi útseta tað, og gera so nógv av, at eg náddi botnin so eingin vegur var aftur. At fara í viðgerð var ein sera torfør avgerð at taka. Og tað er hart. Avrúsingin er ikki tað einasta, sum er hart. Tað er neyðugt at skifta vinir og umhvørvi. At fáa sær onnur ting at taka sær til, finna nýggj ítriv. Eg flutti aftur í heimbygdina og byrjaði at gera nógv av tí, eg hevði gjørt áðrenn eg kom út í misnýtslu.Tað var sera ringt at koma inn í sítt gamla umhvørvi aftur, eftir at hava verið burtur í so nógv ár. Eg helt, at øll sóu niður á meg. Men síðan eg kom ígjøgnum tað, er lívið hjá mær vorðið so nógv betur, at tað ikki kann sigast í orðum, sigur hon.
- Dóttur mín er enn mest hjá mammu míni, og eg veit, at hon kennir seg heima har. Hon er tó eisini her hjá mær. Onkuntíð hugsi eg: Skal eg royna at vinna hana aftur? Men komi altíð fram til, at tað er best, at hon velur sjálv, hvar hon er. Eg havi greitt henni frá, at mamma hennara hevur verið so nógv vekk, tí hon hevur verið sjúk.