Út í heim at hitta javnaldrar

Elsti bilur í Føroyum, 89 ára gamli Ford T bilurin hjá Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum, fór fríggjamorgunin til Danmarkar við Norrönu, har hann skal hitta javnaldrar

? Vit verða eini 12-13 gamlir Ford T bilar, sum hittast til Ford T treff nærindis Thisted í Norðurjútlandi næsta vikuskifti, sigur Hans Elmar Poulsen, sum eigur elsta bilin í landinum, ein Ford T frá 1915.

Hans Elmar Poulsen hevur stóran áhuga fyri gomlum bilum, og hann fann hendan bilin í Danmark, tá hann fyri 12 árum síðani leitaði eftir einum Ford T lastvogni, sama slag sum fyrsti bilurin, ið kom til Føroya í 1922. Seinni fann hann lastvognin, ið er júst sama slag bilur, sum tann, ið Johannes Olsen og Júst Sivertsen fingu til Føroya 6. mai í 1922.