Tá ið fjøllini kalla

Fólkatingslimirnir í Norðuratlantsbólkinum, Juliane Henningsen, Høgni Hoydal og Lars-Emil Johansen, skipa aftur í ár fyri einum studentadegi fyri føroysk og grønlendsk lesandi í Danmark

Studentadagurin verður tann 27. mars 2009 í Landstingssalinum á Christiansborg. Evnið á stevnuni er flytføri í arbeiðarafjøldini millum Danmark, Grønland og Føroyar. Fleiri hundrað føroyingar og grønlendingar flyta hvørt ár til Danmarkar at lesa. Nógv fara heim aftur eftir loknan lestur, men fleiri verða verandi í Danmark ella flyta til annað land. Á studentadegnum verður fokus á, hvussu tilfeingið kann verða brúkt á besta hátt, bæði frá danskari, føroyskari og grønlendskari síðu.

Nógvir føroyingar og grønlendingar búgva í Danmark

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur seinastu árini gjørt kanningar um ávikavist føroyingar og grønlendingar búsitandi í Danmark. Kanningarnar vísa, at umleið 23.000 føroyingar og 18.500 grønlendingar, býttir í trý ættarlið, búgva í Danmark. Millum hesi eru nógv vælútbúgvin, og kvinnur eru í meiriluta. Umframt tey lesandi, er sostatt eisini ein annar stórur bólkur, ið kundi verið ein styrkur fyri Grønland og Føroyar.

Studentadagurin førur norðuratlantslondini tættari

Seinastu árini hava umleið 150 føroysk og grønlendsk lesandi luttikið á studentadegnum, og ráðstevnan hevur tikið fleiri áhugaverd evni upp. Harafturat hava allir teir stóru flokkarnir í Fólkatinginum verið umboðaðir. Í ár eru føroyskir og grønlendskir røðarar eisini bjóðaðir við. Ráðstevnan verður í tveimum pørtum; fyrst eitt pallborðskjak, har tríggir danskir fólkatingslimir og 4 grønlendskir og føroyskir politikarar og vinnulívsfólk tala. Annar partur verður eitt bólkakjak, har tey lesandi kunnu fáa tættari orðaskifti við fyrilestrarhaldararnar. Aftaná tiltakið í Landstingssalinum skipa føroyska og grønlendska studentafelagið, MFS og Avalak, fyri einum døgurða og veitslu fyri teimum lesandi.

Skrá

Kl. 12:00 - 13:00 KOMA OG SKRÀSETING

Kl. 13:05 - 13:15 Juliane Henningsen, Norðuratlantsbólkurin

Kl. 13:15 - 13:25 Line Barfod, Enhedslisten

Kl. 13:25 - 13:35 Julie Rademacher, Socialdemokraterne

Kl. 13:35 - 14:05 Spurningar/Kjak

Kl. 14:05 - 14:25 Stuttur steðgur ? bólkurin bjóðar kaffi og te

Kl. 14:25 - 14:35 Lars-Emil Johansen, Norðuratlantsbólkurin

Kl. 14.35 - 14:45 Christian Nagata, Stjóri í Nema

Kl. 14.45 - 14:55 Svend Hardenberg, Stjóri í Nukissiorfiit

Kl. 14:55 - 15:05 Heðin Mortensen, Borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu

Kl. 15:05 - 15:15 Asii Chemnitz Narup, Borgarstjóri í Sermersooq Kommunu

Kl. 15:15 ? 15:45 Spurningar/Kjak

Kl. 15.45 ? 16.50 Bólkakjak / ?Workshop?

Kl. 16.50 ? 17.00 Høgni Hoydal, Norðuratlantsbólkurin

Kl. 17.00 RÁÐSTEVNAN ENDAR