Tíðin er farin frá fanatiskum lokalpolitikki

At síggja og hoyra ein relativt nýggjan landspolitikara tvíhalda um eittans politiskt mál, sum Gerhard Lognberg ger í løtuni, er skuffandi, eftir, at vit í Føroyum loksins hava gjørt Føroyar til eitt valdømi.

Henda avgerð, at gera Føroyar til eitt valdømi, skuldi m.a. vera við til at menna samstarvið millum okkara politikarar og sostatt eisini effektivitetin í føroyskum politikki – effektivur politikkur kostar einfalt skattgjaldarunum minni pengar, og skapar eisini eitt betri politiskt huglag og arbeiðsviðurskifti, og tískil eisini betri politiskar semjir og avtalir, til frama fyri allar føroyingar.

Winston Churchill segði einaferð: ”A fanatic is one who can’t change his mind and won’t change the subject” – umsett: “Ein fanatikari er ein, ið ikki fær broytt sína meining og ikki vil skifta evnið”. Hetta minnir harmiliga nógv um støðuna og atburðin hjá Gerhardi Lognberg í hesum døgum. Hann kennir seg óivað sum eina lús millum tvær negl, men soleiðis er ofta tá ein er landspolitikari – eg havi samkenslu við hansara tvístøðu, men eri ikki samsintur viðvíkjandi hansara niðurstøðu.

Ein politikari kann ikki bera seg at í landspolitikki, sum hann ger heima ella millum síni avbygdafólk. Sjálvsagt merkir tað ikki, at ein kann hava eina meining privat og eina mótstríðandi meining politiskt, men tað merkir, at ein má sína politiskt hegni – diplomati – og hava eina raðfesting, sum ikki er ófrávíkilig. Tað er vanligt, at ein politikari hevur eitt hjartamál, men bert at sýna áhuga fyri eittans máli er meira sjáldsamt – og óheppi – tí har, ið bert eitt mál og ein áhugi er, sum ber av øllum, kann eingin raðfesting vera og sostatt einki rúm fyri diplomatiskum virksemi.

Óivað saman við mongum øðrum føroyingum, eri eg troyttur av at hoyra um og uppliva okkara umboð á Tingið bera seg tápuligt at. Tað kann einfalt ikki passa, at politikarir, sum hugsa seg væl um, kunnu meina, at tað hevur størri týdning at gera ein undirsjóvartunnil til eina oyggj, sum longu hevur ferðasamband til miðstaðarøki, enn at uppdatera skúlar, sum trongdu til bata áðrenn Gamlarætt varð gjørd.

Er fatanin hjá øllum sandoyingum tann, at so leingi ferðahættir eru til, sum teir ikki hava, so skulu hesir hættir fáast til vega? Teir fingu jú ferjulegu og skip fyri uml. 500 milliónir kr., meðan Studentarskúlin í Hoydølum og Tekniski skúlin í Tórshavn í sama tíðarskeiði trongdi til nýggj høli. Og nú skulu teir hava tunnil, hóast hesir skúlar framvegis ikki hava fingið nýggj høli. Skulu teir so eisini hava flogvøll aftan á undirsjóvartunnilin er gjørdur, áðrenn sandoyingar unna skúlunum nýggj høli?

Nei, sandoyingarnir hava fingið; nú skulu skúlarnir fáa fyrst. Hetta er ikki ein spurningur um vit antin gera ein skúlamiðdepil ella undirsjóvartunnil, men ein spurningur um raðfesting – hvat gera vit fyrst? Hvat kann bíða? Hvat hevur størstan samfelagsligan týdning? Hvat hava vit ráð til nú? Hvørji árin fær slík avgerð? O.s.fr.

Um ein politikari ikki dugir ella tímir at seta sær slíkar spurningar, fyri at gera sær eina skilagóða niðurstøðu, er viðkomandi ikki nóg nærlagdur og ábyrgdarfullur – blint trúfesti til ein veljaraskara er ikki gott trúfesti. Tá er ein bert útynnari hjá lokalum fanatikarum. Logiskt og rationelt tankavriksemi, og síðani vísdóm og skynsemi í útynning, er dýrabarasti eginleikin hjá einum politikara – um hetta vantar má strembast eftir tí, eins og góði handverkarin leggur seg eftir at greiða arbeiði skjótt og væl úr hondum. Ein politikari hevur eisini ábyrgd at nýta politiska handverkið fyri at greiða sítt arbeiði væl úr hondum.

Tá eitt av kærastu rakstrarrópunum hjá politikarunum síðstu tíðina hevur verið, at Føroyar skal gerast eitt vitanarsamfelag, so haldi eg sanniliga tíðin er komin at seta handling aftan fyri (rakstrar)orðini. Miðnámsskúlarnir eru hornasteinarnir fyri ungdóm, ið vil byggja land – hvør betur samfelagsíløga enn tann, at byggja nýggjar, rúmligar og tíðarhóskandi skúlar. Um vit vilja afturgongd og misrøkja okkara unga tilfeingi, skulu vit bert halda á fram við at bora tunnlar og ikki útbúgva okkara stigtakandi ungdóm á virðiligan hátt.

Tá tað bert verður bora og ikki bygt, enda vit við at vera noydd at búgva í hesum myrku holum, sum tær moldvørpur vit eru. At hava ”tunnel vision”, sum bretar siga, er ikki sameiniligt við eitt vitanarsamfelag.

Við vón um betri skúlar