- Tíðin gongur so skjótt tá eg máli

Tað er helst ikki á hvørjum degi, at ein lutvíst ókendur føroyskur listamaður fær góð ummæli í einum so fjarskotnum landi sum Finlandi. Henda heiður fekk klaksvíkingurin, Símun Poulsen í farna mánaði. – Tað var sera stuttligt at vera við á framsýningini, sigur hann

Klaksvík: - Mær dámar sera væl at mála og tekna, sigur 48 ára gamli klaksvíkingurin.

Símun er blíður, men kortini fáorðaður. Tað er týðiligt at skilja - og síggja! – at málningalistin er hansara stóri kærleiki.

Í stuttari samrøðu við Sosialin sigur hann eisini, at hann hevur málað, líka síðani hann var lítil. Símun hevur eitt serstakt handalag, so at hann fær tær beinu strikurnar heilt beinar, uttan lineal ella onnur hjálpartól.

Hann hevur luttikið á ymiskum framsýningum, bæði í Klaksvík, Havn og nú seinast í Finlandi, har listafólk úr øllum Norðurlondum tóku lut.

- Eg máli bara, og so gongur tíðin so skjótt, slær Símun fast.

Myndevnini eru rættiliga ymisk – frá húsum til fuglar, til blómur, fiskar og skip.

Hesi myndevnini síggjast aftur her á verkstaðnum, og vóru eisini at síggja á hesi rættiliga stóru framsýningini í Finlandi í mai mánaði, har menningartarnað úr fleiri londum tóku lut.


Kettan Olga og kálvurin Judas

Hjá kendum og ókendum listafólkum er mannagongdin helst hin sama:

Tey fáa brádliga eina inspirasjón, og so má hetta bara festast ella málast á blað ella á lørift.

- Tað er tað sama hjá mær: Eg fái eitt hugskot, og so máli eg tað bara!, sigur Símun.

Onkutíð eru hesi myndevnini slík sum eru kend í hansara umhvørvi, til dømis kettuna Olgu, sum tey hava heima við hús.

Men soleiðis er ikki altíð: Onkutíð hevur hann málað persónar í kistu og í himlinum.

- Einaferð málaði eg ein kálv, sum æt Judas, sigur Símun við einum brosi.


Í sjónvarpi og bløðum

Fyri eitthvørt listafólk hevur tað sín týdning at vísa verk síni fram í heimlandinum. Men tað man vera ein serligur heiður at vísa verk síni fram í útlondum.

Henda møguleikan fekk Símun eisini á eini framsýning í Finlandi, sum lat upp 20. mai og verður opin til 12. juli. Framsýningin var á Kettukicentret, sum er ein miðdepil fyri list sum er framd av menningartarnaðum.

Á hesi framsýningini vóru íalt 52 listafólk, sum vístu fram 175 verk. Av hesum 175 verkunum átti Símun Poulsen ikki færri enn 18.

Líkt var til, at stórur áhugi var fyri hesi framsýningini, sum á enskum kallaðist »Strange birds, odd fisher – Nordic exhibition in Hameenlinna«:

Finska tíðindatænastan var eisini við til setanina av framsýningini, og var eitt innslag í sjónvarpinum sama kvøld, umframt umrøður í hinum fjølmiðlunum.

Eitt av finsku bløðunum vísti Símuni serligan áhuga, og hevði eina frásøgn, ið fylti eina hálva síðu, um verkini hjá Símuni.

- Jú, tað var stuttligt at vera við, og práta við hini um, hvussu tey málaðu, sigur hann stutt.


Seld verk

Hetta at luttaka á framsýningum er ikki ókent fyri Símun.

Hann hevur áður havt verk á teirri sensureraðu framsýningini á ólavsøku. Hann hevur eisini havt framsýning á Jinx í Havn, og her hendi tað gleðiliga, at bæði føroyingar og útlendingar keyptu verk hansara.

Nú Norðoyastevnan 2008 stendur fyri durum verður eisini ein framsýning á skránni um vikuskiftið. Og her verður Símun sjálvandi við.

Umframt hetta er verkstaðurin á Brekku opin báðar stevnudagarnar í fleiri tímar.

- Eg vóni, at nógv fólk koma her, sigur hann og brosar.


- Nú fari eg til stikksagina

Verkstaðið á Brekku í Klaksvík er listarliga heimstaðið hjá Símuni Poulsen. Henda mikumorgunin í farnu viku tá Snoddi vitjar her, er hugurin at tekna og mála sjónligur frá fyrstu løtu.

Klokkan er farin av 10, og í niðaru hæddini eru menn farnir undir dagsins gerning á timburverkstaðnum. Í einum horni stendur stikksagin, sum Símuni dámar væl at arbeiða við. Gott at hava okkurt at kopla av við!

Hann er júst komin til arbeiðis. Eingin orsøk er at skunda sær eftir pensli, litblýantum og pappíri. Klokkan er ikki so nógv enn, henda regntunga dagin í farnu viku.

Ein heitur drekkamunnur, sum starvsfólkini hava gjørt til reiðar, er ikki at forsmáa. Nú man vera tíð til eina mynd og til eina myndatøku.

Eins og so mangan áður setur hann seg stillisliga við borðið. Eitt blankt ark liggur fyri framman, og spurningurin er hvat myndevnið skal verða framt hesa løtuna.


Trygdin hjá sjómonnum

Símun byrjar eftir niðastu linjuni við at tekna aldur á sjónum, og løtu seinni hómast fyrsta tekinið um, at myndevnið í morgun – og til æru fyri tíðindatænastuna – verður eitt skip.

Løtu seinni er longdin á skipinum greið, stýrihúsið er komið á, mastrarnar og nú kemur so eitt týdningarmikið ting umborð á einum skipi: Bjargingarbáturin. Hjá Símuni verður trygdin hjá sjómonnunum ikki gloymd! Einar 20 minuttir seinni er tekningin liðug, og hann vísur errin fram listarverk sítt.

Men Símun er væl ikki øðrvísi enn aðrir listamenn. Teir liva ikki av máling eina:

- Nú fari eg at fáa mær ein bita, og síðani fari eg til stikksagina, sigur Símun Poulsen.