Tíðin rennur frá mær...

- Eg eri ein gamal maður nú og tíðin rennur skjótt frá mær, men eg gloymi aldri tíðina í Føroyum, fólkini eg hitti og ikki minst løturnar í Sjónleikarhúsinum, sigur bretin Ian Lindsey, sum á gamalsaldrinum er komin fram á myndir tiknar í Havn og á Velbastað í 1942.

Í hálvt hundrað ár hava myndir av nøkrum børnum á Velbastað verið goymdar burtur í eini skuffu í einum heimi í St. Helens í Merseyside í Onglandi. Hesar myndirnar tók Ian Lindsey, ið var hermaður í bretska herinum undir seinna heimsbardaga. Árini 1941 og 1942 var hann í Føroyum.

Myndirnar eru nú komnar undan kavi aftur, eitt sindur litfarnar og kámar eru tær vorðnar, men tíðin hevur ikki bitið á meiri enn so, at tað sæst týðiliga, hvørji eru avmyndað. Í vón um, at onkur fær gleði av at síggja tær, ikki minst tey, sum eru avmyndað, hevur Ian Lindsey sent myndirnar til Føroya.

Flestu myndirnar eru av børnum á Velbastað, ein av fótbóltsliði hjá HB í 1942, tikin á vøllinum, og ein er av tveimum bretskum hermonnum, tikin á Skansanum.


Gott fólk

Sum skilst dámdi Ian Lindsey sera væl í Føroyum og hann minnist aftur á tíðina her við takksemi. Fyrstu tíðina var hann á Skansanum og eitt stutt skifti á Velbastað, har ein sokallað signalstøð var, sum hevði til uppgávu at seta seg í samband við skip, serliga svensk skip, ið komu úr Suðurameriku við farmi.

- Mær dámdi sera væl at vera saman við føroyingum. Fólkini á Velbastað vóru ógvuliga fryntlig og blíð. Eina ferð vit vóru innikavað í nakrar dagar bóru tey okkum mat. Meðan eg var á Velbastað tók eg hesar myndirnar við einum ógvuliga gomlum myndatóli og síðani hava tær verið burtur goymdar, skrivar Ian Lindsey í brævinum.

Ian Lindsey, ið er komin væl til árs nú, sigur, at tað hevði verið harmiligt, um hesi sum eru á myndini ikki fingu høvið at síggja myndirnar.

- Eg sendi tykkum myndirnar í vón um, at onkur sær tær og minnist aftur á tíðina, sum var. Eg gloymi ikki so leingi eg livi tíðina í Føroyum, og serliga løturnar í Sjónleikarhúsinum liggja mær frammalaga í huga.

Og væl minnist Ian. Flestu nøvnini á teimum á myndunum eru skrivað á baksíðuni.


Tíðin rennur

Tá ið Ian og felagirnir í herinum fóru úr Føroyum í 1942 vóru teir eitt skifti í herskyldu í Norðsjónum og har komu teir út fyri nógvum ræðuligum.

- Eg eri ein gamal maður nú og tíðin rennur frá mær, skrivar Ian, og hann endar brævið við hesum orðum: May you live happy in your Northern Islands. May God be with you all.


Mynd: Mynd tikin í skúlagarðinum í einum fríkorteri. Frá vinstru Linhild Niclasen, Niclas Petur Niclasen, Hákun Danielsen, Jógvan við Á og Elin Poulsen.


Mynd: Mynd tikin niðanfyri skúlan. Frá vinstru Linhild Niclasen, Oddmar Niclasen og Agnas Niclasen.


Mynd: Mynd tikin í túninum, har Signalstøðin var. Frá vinstru Linhild Niclasen og Elin Poulsen.


Mynd: Mynd av John Niclasen, tikin í túninum, har Signalstøðin var.


Mynd: Mynd tikin við húsini, har hermenninir hildu til. Húsini átti Mass Niclasen, ið er á myndini saman við soninum Lenhardi. Feðgarnir búðu á loftinum og høvdu kúgv í kjallaranum, og bretarnir hildu til í miðhæddini.


Mynd: Húsini hjá Marsonnu Andreasen, tikin úr túninum, har bretarnir hildu til.