Jógvan Sundstein, Fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður, løgtingsformaður og løgtingsmaður
..................
Í mínum ungu døgum, vit skulu aftur til kríggsárini og tíðina júst aftaná, høvdu vit ikki slíka yvirflóð av miðlum, sum vit hava nú. Føroyskt útvarp var einki, danska útvarpið hoyrdist illa, norðmanninum royndi ein at lurta eftir, men annars var tað bretska útvarpið, sum var álitið, tá tað ráddi um altjóða tíðindi. Av føroyskum bløðum hildu vit Dagblaðið og Dimmalætting. Hendingaferð sá eg eisini bløð sum Føroya Sosial Demokratur, Fríðu Føroyar, Tíman og okkurt annað.
Tann mest prominenti og álítandi tíðindaberi tá var uttan samanlíkning BBC, British Broadcasting Corporation. Hesi stovnur hevur í 90 ár verið ein hin fremsti, um ikki tann fremsti, innan sítt øki, sæð í heimshøpi. Hann hevur økt sítt virksemi frá útvarpi til internet og ikki minst sjónvarp við fleiri kanalum. Støddin er eitt, men øll hesi mongu ár hevur hann verið roknaður sum hin mest álítandi og trúverdigi tíðindamiðil. Bæði tá tað snýr seg um beinleiðis tíðindi og analysu og bakgrundsviðgerð av hendingum.
Men so hendir tað, at sjálvt BBC ikki klárar at liva upp til sítt góða navn og umdømi. Innanfyri eitt stytri tíðarskeið ger hesin miðil tvey stór mistøk, sum hava stórt rumbul við sær innan fjølmiðlaheimin, serliga í Bretlandi, men eisini runt um í heiminum. Annað mistakið var,at stovnurin “krógvaði” eina sending um pedofiligølu í sambandi við einum av teirra egnu kendastu meðarbeiðarum. Hitt stóra mistakið var tað øvugta. Her gjørdu teir eina sending við óprógvaðum álopum á ein kendan politikkara, eisini fyri pedofili. Hetta vísti seg ikki bara at vera óprógvað, men beinleiðis skeivt. Maðurin hevði als ikki forbrotið seg.
Mistøkini høvdu við sær, at BBC misti stóran part av trúvirðinum og kom út í eina stóra gølu. Ovasti stjórin og onkur afturat noyddust at fara frá. Og gølan hongur framvegis við í miðlafyritøkuni og í fjølmiðlaheiminum sum heild.
Fyri at koma aftur til føroysku fjølmiðlaverðina, so má sigast, at nógv er broytt síðani eg var ungur. Vit hava framvegis tíðindabløð, hóast ikki so mong. Vit hava bæði útvarp og sjónvarp, bæði alment rikin og privat rikin. Men harafturat hava vit heimasíður og portalar av ymiskum slagi, og ikki minst eru vit vælsignað við face-book og líknandi teknikki. Tíðindi og kjak og viðmerkingar ferðast runt í luftini líka skjótt ein kann flyta fingrarnar á tastunum.
Alt gott um hetta í sjálvum sær. Men tá ið eg havi loyvt mær at koma inn á hetta evni, so er tað tí eg mangan øtist við um støðið, sum kjakast verður á. Nýggja tøknin hevur við sær, at ein sum útiseti hevur góðar møguleikar at fylgja við i tí, sum gongur fyri seg heima. Í tann mun stundir eru til tað fær ein nógv við av tí, sum útvarp og sjónvarp og bløð framleiða, bæði av tíðindum og øðrum sendingum. Men eisini mangt av tí, sum kemur á heimasíður og portalar, hevur áhuga.
Tíðindi er sjálvandi ein stórur partur av tí, sum sæst og hoyrist á miðlunum, men í stóran mun verður hetta fylgt upp av kjaki og viðmerkingum frá lesarunum. Hetta er sjálvandi sum útgangsstøði positivt, men alt ov ofta má ein við sorg ásanna, at málburður og orðaval er á nógv lægri støði enn hóskandi er fyri alment kjak um samfgelagslig viðurskifti.
Í gomlum døgum var vanligt, at føroyska blaðkjakið fór fram í dulnevndum lesararbrøvum. Ofta kom støðið undir vanligt lágmark, serliga tá ið ráddi um álop á persónar. Tá komu bløðini út eina ella tvær ferðir um vikuna. So tað skrivaða “sodnaði” nakað betur. Nú eru bæði tíðindastubbar, greinar og lesarabrøv á alnótini næstan beinanvegin tey eru skrivað á telduni. Og fáar tímar, ella bert løtur, aftaná er flokkurin av viðmerkjarum uppá spæl. Tað positiva við hesum framferðarhátti er, at næstan altíð er navn undir og mangan eru greinar og viðmerkingar eisini uppbyggjandi. Men alt ov ofta eru serliga viðmerkingarnar beinleiðis niðurbrótandi. Eitt er, at tær eru kritiskar, tað kann vera gott, men mangan sært tú ljótar viðmerkingar. Niðurgerð og útspilling av persónum er tíverri gerandiskostur. Tað er rættiliga sjáldsamt, at tú sært viðkomandi og kontruktivan kritikk av tí, sum viðmerkingar eru til. Tað sær út fyri mær, sum at face-book tøknin ger tað møguligt at sleingja um seg við skrivaðum orðum eins skjótt, sum ein ger tað við tí talaða orðinum. Munurin er bert tann, at tað talaða (um tað ikki verður upptikið) kann hvørva og gloymast, meðan face.book teksturin verður hangandi á alnótini á einihvørji móttøkusíðu og síggjast av fjøld av lesarfum.
Nú kann eg kanska sýnast nakað erkvisin, men eg kann ikki koma burtur frá, at stórur partur av viðmerkingunum á serliga tíðindaportalum er útspilling av ávísum politikkarum. Um tú fylgir væl við viðmerkingum í til dømis eina viku ella tvær, so sært tú fyri tað fyrsta mong av teim somu viðmerkjaranøvnunum ganga aftur. Tað sær út til, at nakrir persónar hava tað til fragd, men tað er teimum sjálvandi væl unt. Harnæst kann ein næstan bert við at síggja navni á viðkomandi gita sær til, hvat stendur skriva.
Eg nevndi, at ávísir politikkarar eru út fyri serligari útspilling. Teir mugu sjálvandi tola rættiliga nógv í sínum virki, men máti skal kortini vera við. Um ein lesur ávísa nøgd av viðmerkingum, so er tað serliga ein persónur, sum verður drigin nógv fram. Og tað er Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri og formaður Fólkaflokksins. Næstan líka mikið, hvat evni, ið verður viðgjørt, so verður høgt eftir Jørgen, og hann verður róptur bæði eitt og annað niðurgerandi. Og um tað ikki er hann persónliga, so er tað Fólkaflokkurin, sum hevur skyldina fyri allar landsins (og verðsins) ólukkur. Og so kann ein spyrja, hvat hevur maðurin gjørt? Jú hann hevur saman við sínum flokki og trimum øðrum flokkum átikið sær at stýra landinum í hesum valskeiði. Áðrenn valið legði hann fram valskrá floksins, og aftaná valið fekk hann meiriluta fyri at gjøgnumføra týðandi partar av hesi skrá. Millum annað eina týdningarmikla skattaumlegging. Hetta og hansara fíggjarpolitikkur annars innihalda nógv tiltøk, sum eru til frama fyri Føroya land í hesum heimsumfatandi fíggjarkrepputíðum. Tey, sum rópa mest um krepputiltøk í Føroyum, skuldu fari burtur í onnur lond, og sett seg inn í tiltøkini har.
Nú eg kom eitt sindur inn á Fólkaflokkin, og hendan greinin kemur í blaðið 23. november, vil eg nýta høvið til at senda flokkinum eina heilsu við ynski um góðan landsfund hin 24. november.
Public service
Flestu føroysku fjølmiðarnir eru privatir og virka undir vanligum kappingarumstøðum. Men ein miðil, sum heslt eisini er tann mest umfatandi, hevur eina serstøðu. Tað er Kringvarp Føroya. Hesin stovnur fær meginpartin av síni inntøku frá lógarásettari gjaldsuppkrevjing. Afturfyri hevur hann ávísar skyldur niðurfeldar í eini “public service” avtalu. Skyldurnar snúgva seg um m.a. tíðindafluttning, mentunnartiltøk og annars ávíst fjølbroytni. Meðan eg fáist við at skriva hesa grein koma tíðindini um, at KVF er komið í fíggjarligar trupulleikar, og at væntast kann, at 30- 40 % av starvsfólkunum áðrenn langt um líðir verða søgd úr starvi.
Hetta vóru ikki góð tíðindi at frætta. Men tá samstundis verður upplýst, at inntøkurnar hjá KVF liggja um leið 60 mió. kr. og útreiðslurnar á nøkulunda sama støði, so dugi eg ikki at síggja annað enn, at arbeiðast kann við hesum og neyðugar justeringar kunnu gerast, uttan at alt ov ógvusligar útskeiðingar og niðurlagingar skulu gerast. Mín áheitan til leiðsluna í Kringvarpinum er tí, at tit ikki fara í panikk og í skundi gera alt ov ógvuslig tiltøk, sum torført verður at rætta upp aftur.