Tíðindablað

.

Limablaðið fyri veturin 1999, ið Samfundet Sverige- Färöerna gevur út, er komið.

Í blaðnum eru hugleiðingar, ferðafrásagnir og tíðindi til limir.Ymiskt kunnandi tilfar er til limirnar.

M.a. verður trivið í kanning um kyksilvur, sum er gjørd í Føroyum fyri nøkrum árum síðani. Kanningin hevur vakt ans úti í heimi. Føroyskar kvinnur verða ráddar til at lata vera við at eta grind/spik og kanningarúrslitini hava m.a. ført við sær, at markið fyri, havt týskir myndugleikar loyva av kyksilvuri á náttúruni, er lækkað. Eisinii amerikanskir myndugleikar taka kanningina í álvara, men fyri at taka avgerðir um tað teir sjálvir lata út av eituri, krevst neyv trygd um kanningarúrslitini, skrivar Tíðindablaðið m.a..