Fremad Amager hevur boðað frá, at tíðindastjórin í felagnum, Ken Foltmar, heldur fram í felagnum. Foltmar hevur verið tíðindastjóri seinastu 10 árini, men eftir eigaraskiftið var ivi reistur um, hvørt hann skuldi halda fram í starvinum. Tað hava føroysku eigararnir einki ímóti, og sjálvur sigur Foltmar, at hann fegin játtaði at halda fram í sessinum.
Tíðindi