Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi
-----
Hjartans tøkk veiti eg øllum tykkum, bæði í bygd og í bý, sum greiddu atkvøðu fyri mær og lista E til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu tann 13. november 2012.
Valúrslitið var mær ein persónlig álitisváttan við lít og eisini fyri tann førda politikkin, ið eg havi staðið fyri.
Somuleiðis var valið ein álitisváttan til flokkin og ta samgongu, vit hava verið partur av nú í 8 ár.
Eg fari at nýta umboðsfulltrúina frá veljaranum til at stríðast fyri teimum somu hugsjónarmálunum, sum í undanfarnu býráðssetunum, og at taka støðu til tey einstøku málini eftir sama leisti.
Tað er mín vón, at eg fái høvi at dugna veljarunum væl við ávirkan á førda politikkin komandi valskeiðið, allari Tórshavnar kommunu at frama.
Fari samstundis at nýta høvið at takka teimum, ið nú gevast í býráðnum, fyri gott og jaligt samstarv farna skeiðið. Somuleiðis fari eg eisini at ynskja valdu býráðslimunum til lukku við valinum, við ynski um gott samstarv næstu fýra árini.
Blíðar heilsanir