Brand Finance hevur gjørt sín árliga Global-500 lista, sum staðfestir hvørjar vørumerki í heiminum hava størst virði.
Ovast á listanum er Amazon, sum byrjaði sum bókhandil á internetinum, og sum síðani hevur vaksið seg til risastóran nethandil. Sambært Brand Finance er virðið á Amazon umleið 900 milliardir krónur.
Í hølunum á Amazon koma Apple, Google, Samsung og Facebook.
Samanlagt er virðið á tøkni-vørumerkjunum umleið 8000 milliadir krónur – tað er meira enn tvífalt so nógv sum bankavinnan og handilsvinnan tilsamans.