Umborð á einum skipið hevði øll manningin á brúnni verið blakað í land í fyrstu havn ? uttan hýru og hartil við einum endurgjaldskravi frá reiðarínum.
Tað eigur eisini at henda við teimum, ið manna okkara Landsstýri ídag. Onki at ivast í. Tí við hasari manningini á brúnni, so er longu enda galið ? og tað veit hvørt mansbarn í Føroyum.
Skattalætti:
Vit minnast øll, at tá nýggja skattaskipanin varð gjørd mitt í 90-unum fingu sjómenn 15% lægri skatt enn fólk á landi. Fakfelagsfólk hjá fólki á landi vóru sera misnøgd við hesa skipan. Frá politiskari síðu fingu fólk á landi at vita (um eg minnist rætt, frá Annfinn Kallsberg, táverandi fíggjarmálaráðharra), at hesin skattalætti bert var byrjanin, og at hann innan stutt áramál fór at verða settur í verk fyri allar føroyingar.
? Sjómansskatturin skuldi sostatt bert vera fyrsta stigið til eina umfatandi lækking av skattinum hjá øllum føroyingum ? varð lovað.
?Men... men ? øll, ið arbeiða á landi kunnu spyrja, hvat varð av lyftinum um skattalætta uppá 15% til allar føroyingar.
?Vit hava havt eina gulltíð í Føroyum seinastu árini, uttan at skatturin er lækkaður nevnivert.
?Orsøkin til at skatturin ikki er lækkaður hjá fólkum á landi er fyrst og fremst loysingini fyri at takka. Fleiri skrivstovur til økta umsiting, umframt ein gáva uppá meira enn eina milliard frá loysingarfólki til Danmark higartil, vísir hvussu vandamikil loysingin er. Hvat kunnu vit vanta framyvir um loysingarpolitikkurin heldur fram. Jú tað er ikki ringt at meta um. Verri kor hjá føroyingum bæði á sjógvi og landi ? eins og vinnuni ? orsaka av øktum skatta og avgjaldstrýstið. Og er tað ikki ein andsøgn til tað í Fólkaflokkurin lovaði við Annfinn Kallsberg á odda á sinni? Hetta er sjálvandi í mun til um sambandsvongurin í Føroyum hevði ræðið
?Loysing er ein andsøgn til betri kor hjá føroyingum!
Sjómansskatturin avtakast?
Tjóðveldisflokkurin (Annita á Fríðriksmørk) nevndi púra greitt undir viðgerðini av løgmansrøðuni í ár, at sjómansskatturin skuldi avtakast. Fleiri argument vóru hjá hesi tingkvinnu, hvussu órættvís sjómansskattaskipanin var. Ikki eitt einasta orð var nevnt um at lækka skattin hjá fólki á landi. Og telefonpeningin til sjómenn er samgongan samd um at taka av.
Eg havi tosað við fleiri sjómenn, ið stillisliga siga, at um sjómansskatturin verður avtikin, so fara teir aðrastaðir at arbeiða. Og tá kann lættliga enda heilt galið. So eg takið ikki undir við at avtaka sjómansskattin!
Skattatýningin má steðga:
Klandurssamgongan má leggja frá sær, tí fyri Føroyar er hon bert til skaða. Skattatýningin av føroyinginum á landi má halda uppat. Og arbeiði við skattareforminum, i Sambandsflokkurin stóð á odda fyri saman við Fólkaflokkinum mitt í 90-unum ? má byrja aftur.
Ein arbeiðsfør samgonga má koma framat, har Sambandsflokkurin er við til at tryggja, at føroyingurin aftur verður settur í hásæti ? ístaðin fyri loysingina.
Men tað man taka sína tíð at rekja fløkjustampin hjá Høgna Hoydal og hesi samgongu ? tað er púra vist.