Tá øll á fólkatingi hugdu niður...

?Tann virðingin, ið seinastu árini miðvíst er vunnin fyri føroyingum á fólkatingi og víðari út í heim, fekk eitt dyggiligt afturstig, tá Edmund Joensen í eini undirbrotligari sambandsrøðu gjørdi føroyingar til ómyndug stakkaladýr, ið mugu bidda Danmark um pening fyri egið ábyrgdarloysi

??Sjáldan havi eg fingið so nógvar afturmeldingar frá politikarum úr øllum flokkum á fólkatingi, sum mikudagin 29. mai í ár. Fólkatingið hevði endaorðaskifti, tey kalla, har støðan sum heild í bæði uttanríkispolitikki og innanlandspolitikki er á skránni.? ?Sjálvur helt eg eina røðu, har eg legði dentin á uttanríkis- og heimspolitikkin. Frá altjóða fíggjar- og orkukreppuni og tørvin á, at heimsins fólkaræði standa saman um at leggja um framleiðsluhættir og orkunýtslu og stjórna tí ótálmaða fíggjarmarknaðinum. Til tann sosiala ójavnan í heiminum, støðuna í Miðeystri og Asia, og vandan fyri nýggjum blóðugum kríggjum, um ikki heimsins lond nýta kreppuna til veruligar broytingar og umleggingar. ? ?Ostaklokkan í heimastýrinum?Endaði røðuna við at vísa á, at føroyska fullveldistríðið snýr seg um at berja okkum burturúr teirri undirbrotligu og ábyrgdarleysu ostaklokku undir heimastýrinum, har vit halda, at onkur annar skal verja okkum móti heimsins gongd og avbjóðingum, og at vit skulu sleppa undan at býta okkara egnu samfelagsvirðir rættvíst. Setningurin er, at Føroyar fáa beinleiðis atgongd til altjóða samstarv og taka ábyrgd av okkara egna búskapi og luti í heiminum. Vit kunnu ikki sita sum áskoðarar og bara rópa eftir leikarunum á vøllinum, men mugu sjálvi fara á vøllin at leika og standa okkara royndir.? ?Vísti á, at síðani fullveldisgongdin varð parkerað undir ABC-flokkana tilvild í Føroyum, var øll búskaparlig og politiskt ábyrgd slept – og at tað neyvan fór at verða leingi, áðrenn onkur teirra kom til Danmarkar at bidda um hjálp til tess at sleppa undan skeivu politisku gerðunum hjá sær sjálvum. ? ?Sjón gekk fyri søgn?Politikarar úr flestu flokkum komu aftur í tingsalin at práta og róstu røðuni. Men teir hildu, at eg hevði tikið dekan ov rívan til um, at sitandi stýri í Føroyum fór at biðja um pening úr Danmark. ? ?Men í somu løtu trein Edmund Joensen upp á røðarapallin. Tað var sum at hoyra røddir úr fortíðini. Sum tá ein bólkur av føroyskum bøndum skrivaði til kong í 1850’unum og bønaðu hann um ikki at taka av Kongliga Einahandilin, tí tað fór at verða til skaða fyri “Det fattige folk udi Færø”, sum bert kundi liva, um kongur ambætaði teimum og vísti teimum vælvild. ? ?Edmund Joensen greiddi frá, at føroyingar høvdu ongan kjans at klára seg, um tað ikki var fyri danska hjálp, og hann takkaði so miriliga donsku stjórnini fyri at hava loyvt føroyingum at verða partur av danskari lóggávu – tí annars høvdu vit ikki staðið á fótum nú. Síðani harmaðist hann um fullveldislandsstýrið frá 1998-2004, og um at føroyingar høvdu tikið politiska ábyrgd av málsøkjum fyri eina stóra upphædd og hartil høvdu fryst sonevndu blokkveitingina. ? ?Edmund Joensen endaði við at siga, at nú megnaðu føroyingar so lítið, at tað var neyðugt at hækka blokkin aftur!? ?Men eftir sat allur fólkatingssalurin og hugdi niður. Tey, sum eg hevði staðið og prátað við, søgdu, at hesum høvdu tey tó ikki trúð, og bóðu meg um umbering fyri at tey høvdu hildið meg vera ov hvassan, tá eg lýsti støðuna í føroyskum politikki.? ?Frels okkum frá okkum sjálvum?Valdi at gera viðmerking til Edmund Joensen, har eg spurdi, um hann veruliga meinti tað, hann segði. At tá hansara flokkur hevði sitið á fíggjarmálum í 4 ár og nú hevði leiðsluna í landsstýrinum, hevði givið skattalættar fyri 400 milliónir árliga og slept allari fíggjarstýring, so bóðu teir nú Danmark um at bjarga sær frá egnum ábyrgdarloysi?  ? ?Kundi havt lagt afturat – men vildi ikki siga tað á fólkatingi – at við stuðli frá Edmundi Joensen hava ABC-flokkarnir givið skattalættar fyri 400 mió., sum bert hava hækkað kostnaðarstøðið og grivið djúpar gjáir ímillum samfelagsólkar. Uppsagt allar avtalur við kommunur um fíggjarloft. Tømt landskassan við undirskotum ár eftir ár, hóast øll hjólini mólu skjótari og skjótari og onki arbeiðsloysi var. Forðað fyri loysnum, har útlendsk arbeiðsmegi kundi sleppa til landið. Slept øllum íløguætlanunum, ið vórðu lagdar undanfarnu árini. Givið serligar skattafyrimunir til fíggjarliga spekulasjón. Yvirtrekt játtanir í heimildarloysi fyri omanfyri 300 mió., meðan sambandsflokkurin sat við fíggarmálum (hetta váttaði Hans Pauli Strøm í vikuni). Flutt skúlar og steðgað íløgum, sum hava havt meirkostnað við sær fyri omanfyri 100 mió. Og enn hevur ongin tikið ábyrgd ella gjørt nakað tiltak. ? ?Leggja vit bara hesar upphæddir saman, síggja vit skjótt, at hallið hjá landskassanum hevði verið burtur, um bara eitt minstamark av ábyrgd hevði verið sýnd undanfarnu 4 árini. Men um ynskt verður at liva politiskt av danskari hjálp og at skumpa ábyrgdina víðari til onnur, so er tað jú so lætt at skapa ta støðuna sjálv.? ?Tann flokkur, sum hevur vanstýrt búskapinum í Fíggjarmálaráðnum, situr nú í løgmanssessinum. Og tann løgmaður, sum hevði evstu ábyrgdina av vanstýringini, situr nú í fíggjarmálaráðharrasessinum – og í 10 mánaðir hava teir onki átak gjørt, men hava bert víst til danskar loysnir.? ?Hvat hyggja fólk niður á??Á fólkatingi hugdu tey niður undir røðu Edmundar. Eisini forsætisráðharrin, hóast hann kortini segði seg ikki vera ófúsan at hjálpa sínum bróðurflokki, sambandsflokkinum, við pengum (og soleiðis verður politiska valdið eisini keypt, sum gonding hevur verið undir heimastýrinum). Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur síðani sagt alment, at hann og hansara flokkur stuðla boðskapinum hjá Edmundi. Sanniliga ein politisk leiðsla, ið setur stór mál og kýtir seg fyri at taka ábyrgd. ? ?Verri er, at tann virðingin, ið miðvíst er vunnin millum vanligar danskar politikarar fyri føroyingum, fór longur niður. Boðskapurin fer eisini út til allar útlendskar sendistovur í Keypmannahavn og til útlendsk fjølmiðlafólk. ? ?Úrslitið er, at ikki bert hyggja fólk niður, tí tað er so pínligt at lurta eftir undirbrotligum og nalvaskoðandi røðum. Tey kunnu eisini fara at hyggja niður á føroyingar og Føroyar sum heild. ? ?Hesum eiga vit ikki at finna okkum í.  ?---?Eftirskrivt: ?At so ein útvarpsmaður tekur hetta málið upp og letur Edmund Joensen billa fólki inn, at danskir pengar gjalda fyri sosialu skipanirnar í Føroyum, og ikki setur Edmundi nakran spurning um egna ábyrgd og hvussu vit býta tey virði, ið fólk sjálv skapa í Føroyum, sigur rættiliga nógv um, hvussu undirbrotligheitin kann fáa fastartøkur. Útvarpsmaðurin hevði bert spurningar um, hvussu stórur møguleiki var fyri at blokkurin kundi hækkast aftur!