Kári Mikkelsen, journalistur og viðmerkjari
---------
Fyrr var tað líka so givið sum amen í kirkjuni, at tá ein av størru peningastovnunum í Føroyum hækkaði rentur og ómaksgjøld, so fylgdu hinir í hølunum innan fáar dagar ella vikur.
Soleiðis var ikki hesaferð, og uttan at hava kannað eftir, so minnist eg sum fyrrverandi bankamaður ongantíð, at slíkt er hent í nýggjari føroyskari bankasøgu.
Tað skal so líka sigast, at oftani er talan um rentulækkingar, men tá lækka innlánsrenturnar nærum altíð meir enn útlánsrenturnar, og harvið økist sokallaði rentumarginalurin. Úrslitið er tað sama; størri útreiðslur fyri samlaða kundaskaran og fleiri inntøkur til peningastovnin.
Ein freistast til at hugsa, at bæði nevnd og stjórn – saman við leiðandi starvsfólkum í BankNordik – hava sitið serstakliga trygg og rólig í stólinum, tá tey gjøgnumgingu tey ymsu ómaksgjøldini og hækkaðu fleiri teirra upp um øll rímulig mørk, eins og tey uppfunnu nýggj gjøld.
Tí hvat hevði leiðslan at óttast, og hví skuldi kartel-líknandi støðan millum føroyskar peningastovnar brádliga steðga? Nei, ha? Og tó, so hendi tað ómøguliga kortini: Hin stóri bankin, Eik, fylgdi IKKI við hesaferð.
Brúkarin fingið nokk
Nú er ongin trygd fyri, at hendan støðan er broytt med alla. So bjartskygdur eri eg kortini ikki.
Nógv bendir tó á, at sjálvt føroyskir kundar og brúkarar hava eitt mark fyri, hvat teir vilja finna seg í. Tað sær veruliga út til, at hørðu atfinningarnar móti Bank Nordik fyri at hækka ómaksgjøldini fyrilitaleyst, hava hjálpt.
Eik-leiðslan hveppir seg við at gera tað sama. Ella rættari torir at fara beint øvugtan veg.
Hetta er at frøast um og vísir, at tað er til mikið gagns fyri eitt samfelag og tess borgarar at hava árvaknar og aktivar brúkarar, sum halda eyguni við – og mótmæla – tá eitt nú peningastovnar og aðrar størri monopol- ella duopol-fyritøkur hátta sær á slíkan hátt móti brúkarunum. Sostatt tykist mark vera fyri, hvussu grískir bankar og aðrar fyritøkur kunnu loyva sær at vera.
Serliga í einum lítlum og fjarskotnum samfelagi sum okkara, hevur ein slík reaktión stóran týdning, tí kappingin á sera týðandi økjum er so avmarkað – eitt nú í fíggjargeiranum og á øðrum økjum.
Nú eri eg ikki ein av teimum, sum vænti at síggja peningastovnar taka tey stóru sosialu atlitini, tí talan er um vinnufyritøkur, ið skulu vinna pening til íleggjararnar. Tað er fyri so vítt fair nokk.
Tað liggur mær somuleiðis fjart at romantisera avgerðina hjá nýggju leiðsluni í Eik um ikki at hækka ómaksgjøldini, og ístaðin at lækka tey. Í fíggjarheiminum snýr tað seg um at vinna pening til sín sjálvs og partaeigararnar; nógvan pening.
Og tó. Við hesum príspolitikkinum og við at fara beint ímóti rákinum, vísir leiðslan í endurstovnaða Eik dirvi.
Eitt er givið. Tað er ikki tí, at Eik ikki eisini vil vinna pening; nógvan pening. Eg síggi sostatt ikki aðra orsøk til eina slíka gerð, enn at leiðslan vónar at vinna “tað mista” inn aftur í vælvild hjá kundunum, ið onkursvegna kann vera við til at økja um inntøkurnar á annan hátt.
At broytingarnar í rentuni so gongur út yvir ein part av innlánskundunum, er sjálvandi spell fyri hesar, men tey rentustigini eru so lág frammanundan, at tað neyvan merkist tann stóri munurin har. Harafturat verður tað dýrari fyri tey, sum hava donsk realkredittlán. Tó eru hesi framvegis bíligari enn tey minstu dýru føroysku sethúsalánini.
Ótarnað hækking
Eg taki hattin av fyri, at nýggja leiðslan í Eik hevur valt at stýra beint ímóti rákinum.
Tað hevur ivaleyst gippað í meira enn einum av teimum mongu stjórunum í Húsagøtu, tá tað júst eftir jólahalguna frættist, at kappingarneytin yviri við Strond – fyribils í hvussu er – IKKI vil ganga í takt við stórabeiggja.
Eik hevur havt sítt ævintýr uttan fyri landsoddarnar, og tað endaði sum kunnugt í eini fíggjarligari vanlukku, har ein rúgva av fólki mistu pening. Fleiri av hesum ómetaliga nógvan pening.
Eins og hjá flestu øðrum føroyingum er tað mín innarliga vón, at uttanlandsævintýrið hjá Bank Nordik við Amagerbanken og Sparbank ikki gongst sum við Eik Bank Danmark, men at hesi keyp veruliga fara at gerast ein fíggjarligur vinningur fyri Føroyar.
Tó skal ongin billa mær inn, at Bank Nordik hevur fingið Amagerbanken bíliga, eins og róð varð fram undir í fjølmiðlunum, tá keypið fór fram.
Vit skulu minnast til, at hetta varð gjørt í harðari kapping við fleiri aðrar bankar, har av nakrir eru nógvar ferðir størri enn føroyski bankin. So hví skuldi Fíggjarligt Støðufesti latið sunnu partarnar av Amagerbanken farið fyri útsøluprís? Nei, sjálvandi ikki! Bank Nordik hevur goldið væl og virðiliga tað fyri danska bankan, ið gjaldast skuldi.
Og hvør rindar so prísin fyri keypið av stoltleikanum hjá “amager’kanarum” í bankahøpi. Jú, tað gera vit føroysku kundar í Bank Nordik.
Tað er júst keypið av Amagerbanken og Sparbank – saman við hørðu kappingini á fíggjarmarknaðinum í syðra parti av ríkinum – ið eru høvuðsorsøkin til, at ómaksgjøldini í Føroyum eru farin til himmals. Tí hvør skuldi annars goldið? Kappingarstøðan í Danmark loyvir jú ikki hækkingum av slíkari stødd.
Hóast tað í stóran mun gongst væl hjá føroyska partinum av Bank Nordik, kann bankin ótarnaður hækka ómaksgjøldini í Føroyum. Eisini sjálvt um Brúkaraumboðið, sum ongar lógarheimildir hevur at forða slíkum, talar at.
Formliga letur hetta seg eisini gera í Danmark, men í veruleikanum ikki. Har verða peningastovnar, sum óhemmað ditta sær slíkt, alt fyri eitt revsaðir av kundunum, ið hava møguleika fyri at leita sær í aðrar bankar. Tann møguleikin finst gott nokk í Føroyum, men so at siga bert á pappírinum.
Havandi í huga at rentustøðið í Føroyum frammanundan er munandi hægri enn í Danmark, virka hesar ógvusligu hækkingar av røttum provokerandi fyri kundarnar.
Partaeigarar eiga at rinda sín part
Ævintýr eru oftani dýr, og sostatt eru tað vit føroysku kundar í BankNordik, sum skulu gjalda fyri, at donsku kundar bankans skulu sleppa bíligari.
Um vit seta afturlating av deildum hjá Bank Nordik í Føroyum upp ímóti bankans uttanlandsævintýri, var ikki sørt margháttligt at hoyra – fyri ikki at siga láturligt – tá ein av stjórunum í Bank Nordik royndi at greiða frá, hví deildir í so stórum plássum sum Fuglafirði og Vestmanna máttu lata aftur, tí bankin “ikki hevði ráð” at reka tær. Eg meini tað!
Minnist meg rætt hendi hetta enntá í somu viku, sum ein annar stjóri errin kunngjørdi orsøkina til, at sami banki hevði rist 235 mió. krónur úr ermuni fyri at keypa Amagerbanken. Visti høgra hond ikki, hvat vinstra gjørdi, ella øvugt?
Vónandi er sjokkið yvir einagongdina hjá Eik so mikið stórt, at leiðslan í Bank Nordik tekur í egnan barm og lækkar ómaksgjøldini aftur og gjarna eisini renturnar.
Kundarnir eiga lívið í einum banka, og tað líkist ongum, at ein ávísur partur av kundunum – í hesum føri teir føroysku – skulu rinda allan kostnaðin av uttanlandsævintýrinum hjá hesum banka. Eitt ævintýr, sum partaeigararnir fáa nærum allan ágóðan av.
Av somu orsøk eigur ein partur av rokningini fyri øktu útreiðslurnar av bankakeypunum í Danmark at verða umsett til lægri vinningsbýti til partaeigararnar, ístaðin fyri at áleggja kundunum himmalhøg ómaksgjøld. Alt annað er skammleyst.
Gott Nýggjár, øll somul.