Tá lokabrøgd gjørdust informatión

Alternativ tíðindini verða kamuflerað sum avdúkingar?

Nú Sjúrður Skaale (SS) tók KvF við brókunum niðri á knøunum í sambandi við sendingina Skattamálið II var væntandi, at stjórin í almenna public-service miðlinum fór at brúka hesar dagarnar til reflektering og sjálvrannsakan. Men so eiðasørt.

 

Ístaðin er aftursvarið dømi um ta hugmóð, ið eyðkennir sjálvsfatanina í miðlinum og sum eftirhondini bæði ørkymlar og ræðir.

 

Farnu árini hevur KvF havt fleiri sendingar um viðkomandi samfelagsviðurskifti – sum eisini er partur av teirra ábyrgd.

Kortini hava verið so mong lýti við sendingunum, at fjøldin av hyggjarunum hava ilt við at taka sendingarnar fyri fult og harvið KvF í álvara.

 

Úrslitið avrátt áðrenn

Ódámliga manipulatiónin við ljóðeffektum, mynda-reingjan og ótýdligum tilsipingum eru sjónligar ábendingar um, at framleiðarin frammanundan hevur avrátt, hvat endaúrslitið skal vera í sendingunum - at úrslitið er givið uppá forhond, so tað bert er at rokna baklens og fylla tað í sendingarnar sum ger, at ætlaðu niðurstøðurnar passa.

 

Hetta er ódámligur framferðarháttur, har KvF handan upptøkutólini rekur politikk so tað forslær. Har lisens-rindaði framleiðarin ósmæið ger sínar meiningar galdandi, uttan at hyggjarin (og offrini í sendingunum) hava nakran møguleika fyri veruligari ávirkan.

 

Ella fyri at siga sum tað er, sendingarnar dyrka svínhundin í okkum hyggjarum við at manipulera framleiðsluna soleiðis, at álitið á politiskar flokkar og skipan, persónar, fyritøkur og stovnar verður máað burtur.

 

Alternativ tíðindi

Fake news er nógv á lofti í hesum døgum, og eru fleiri tíðindafólk og onnur, sum hava hjartaherindi av firtni um gongdina úti í stóru verð.

 

Men skulu vit yvirhøvur burtur í heim, tá hugsað verður um sentripetala sjálvsfatanina og vantandi sjálvsagan í KvF, har aktuellu samfelagssendingarnar á ongan hátt høvdu smæst burtur millum “nýggja” journalistikkin, har alternativu tíðindini verða kamuflerað sum avdúkingar?

 

Tí er svarið hjá KvF-stjóranum til SS serstakliga undranarsamt og lítið álitisvekjandi.

 

Uttan at dissekera alt verjuskrivið hjá stjóranum, so er hesin setningur stjórans avdúkandi:

 

Tá talan er um at manipulera í journalistiskum høpi, so er tað at vreingja sannleikan. Tað vil siga, at journalisturin sigur ósatt ella roynir at skapa eina ranga veruleikamynd. Ætlanin við umrødda brotinum var á ongan hátt at manipulera, sum Sjúrður Skaale skuldsetir Kringvarp Føroya fyri.

 

Men hetta var júst endamálið við nógv umrødda broti. Stjórin avdúkar nevniliga í sínum verjuskrivi, at tað er í lagi at klippa myndir úr øðrum sendingum at seta í umrøddu sending og síðani at káma óviðkomandi persónar í klippinum, so tað nettupp ikki skuldi síggjast, at talan var um aðra sending?

 

Eisini aðrar effektir vóru eisini illgrunaverdar. T.d., har Eik-stjórin í sendingini sýntist óvanliga bulmikil í mun til vertin í einum av sjónvarpsbrotunum, hóast teir annars nærum eru javntstórir. Eitt produserað Goliath - Dávid syndrom? Harumfarmt vóru eisini øll hini mynda- og ljóðtriksini í sendingini eyðsýnd.

 

Framleiðarin nú offur?

 

Spurningurin er, sleppur KvF at halda fram við sínum manipulerandi samfelagssendingum, har framleiðarar sjónliga reka síni subjektivu sjónarmið umvegis alment rindaða stovnin og løn, uttan at hetta fær allarminstu avleiðing?

 

Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av (sitat), “at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar..”.

 

Sum síðani í lógini er orðað soleiðis (sitat), “.... at KvF í programmvirkseminum skal leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing .....”!

 

Hvar er og hvat ger stýrið? Einki sum vant? Ella júst sum KvF sigur um “veika” umboðsráðið og nevnd í Betri, at tað er stjórin (og stovnurin) sum í veruleikanum ráða?

 

Tað er óskiljandi, at einki fær avleiðingar, ikki mist tá hugsað verður um áhaldandi tráðanina hjá sama miðli at krevja avleiðing í øllum handa viðurskiftum, sum fyrifarast uttandura KvF?

 

I’m not a crook, segði Nixon á sinni. Er tað ikki júst tað sama, sum KvF heldur um seg sjálvt? At tað altíð eru hini, sum eru tey óreiðiligu?

 

Ístaðin gera stjóri og framleiðari nú seg og nøkur starvsfólk í KvF til offur á ymsu tíðindaportalunum, sipandi til sokallaða ógrundaðaða øsing móti teimum og KvF?

 

Er slettis eingin sjálvrannsakan í almennu miðlaverðini?