Tímajáttanin til Vestmanna skúla

Føroya Lærarafelag hevur hesar viðmerkingar til greinirnar í Sosialinum og Dimmalætting leygardagin 26. mai 2001 har landsstýrismaðurin í mentamálum ger viðmerkingar til tímajáttanina í Vestmanna skúla .

 

Tímajáttanin

Tey seinastu nógvu árini hevur tímajáttanin til fólkaskúlan ikki verið nøktandi. Heldur ikki skipanin, sum tímarnir verða tillutaðir skúlunum eftir, hevur verið nóg góð, og tí hevur nógv tjak verið um hesi viðurskifti, síðan hendan skipan varð tikin í nýtslu fyrst í 90unum.

Uttan at fara í smálutir um frymilin, sum verður nýttur at luta tímar eftir, so kann í stuttum sigast, at hann byggir á næmingatal heldur enn flokkatal, og tí eru skúlar, sum ikki hava fult næmingatal, t.v.s. 24 næmingar í hvørjum flokki, við skerdan lut í mun til teir stóru skúlarnar, sum hava fullskipaðar flokkar. Harvið er ikki sagt, at teir stóru fáa ov nógvar tímar. Frymilin er ongantíð dagførdur ella endurskoðaður, men tað finnast óivað skjøl í MMS, sum viðvíkja hesum máli , tí fleiri skúlaleiðarar hava víst á ymiskar skeivleikar og møguligar ábøtur, sum kundu gerast á frymilin. Eisini hevur ein arbeiðsbólkur skriva eitt álit, sum viðgerð hesar trupulleikar.

Tað er eyðsæð, at tá ið vit hava so ymiskar skúlar í landinum, hvat viðvíkur stødd, næmingatali, flokkatali o.s.fr., er tað sera trupult at finna eina skipan, sum kann taka hædd fyri øllum hesum undir einum. At so røddirnar hjá fleiri skúlaleiðarum eru tagnaðar hesum viðvíkjandi, er sera harmuligt, men væl skiljandi, tá einki hendir í málinum.


Tíma- og lærugreinabýtið

Eitt annað, sum skúlarnir skulu halda seg til, tá ið teir leggja tímatalvuna tilrættis, er tíma- og lærugreinabýtið. Tímatalið, sum flokkarnir á teimum einstøku floksstigunum skulu hava, er ásett við lóg. T.d. skal 1. flokkur hava í minsta lagi 18 tímar um vikuna og 2. flokkur 20 tímar.

Hetta skulu skúlarnir halda.

Harafturat skulu skúlarnir halda tíma- og lærugreinabýtið, sum seinast varð dagført í 1998 í samband við nýggju fólkaskúlalógina, sum varð samtykt í løgtinginum 1997.

Tíma- og lærugreinabýtið ásetur, hvussu nógvar tímar t.d. føroyskt, danskt, støddfrøði, handverk og list skulu hava á teimum einstøku floksstigunum. Tó hava skúlarnir eitt ávíst frælsi sjálvir at raðfesta og flyta tímar millum floksstigini.

Her er tað, at trupulleikin við teimum handaligu lærugreinunum stingur seg upp. Teir flestu skúlarnir í landinum hava sokallaðar p-fak skipanir í teimum handaligu lærugreinunum, har næmingarnir eru býttir sundur í bólkar, sum síðani skifta millum lærugreinarnar. Men skulu skúlarnir hava eina nøktandi undirvísing í hesum lærugreinum, so at hvør einstakur næmingur fær nakað burtur úr, er tað av alstórum týdningi, at tikki ov nógvir næmingar eru í hvørjum bólki.

Longu áðrenn leiðbeinandi lesiætlanin í handverk og list varð gjørd, varð víst á, at lógin kravdi, at undirvísingin í handverk og list skuldi økjast í samanborið við lógina frammanundan, og tí var neyðugt, at tímajáttanin varð dagførd, so skúlarnir fingu fleiri tímar.

Tíverri var játtanin ikki dagførd samsvarandi, og tí hava vit eina skipan, sum á flestu skúlum sær góð út og ber til á pappírinum, men í veruleikanum langt frá er nøktandi, tí næmingatalið í bólkunum er ov høgt.


Javnstøðan

Fólkaskúlin skal ikki gera mun á kynunum báðum. Gentur og dreingir skulu hava somu tilboð. Hetta merkir, at bæði gentur og dreingir skulu hava træsmíð, hondarbeiði, evning og tónleik í minst 5 skúlaár. Harafturat kann tað standa teimum í boðið at velja lærugreinarnar í 8. 9. og 10. flokkunum.

Tær av Mentamálastýrinum góðkendu lesiætlanirnar, sum hvør skúli hevur, útgreina, hvat næmingarnir skulu gera, læra og leggja dent á í einstøku lærugreinunum.

Og at lærarar og leiðarar í fólkaskúlanum vita, hvat teir gera og velja at leggja dent á, eigur landstýrismaðurin at hava álit á, heldur enn at niðurgera eitt nú tað at binda grýtulappar.


Tímatalið til Vestmanna skúla

Um tímatalið til Vestmanna er nøktandi, er svarið sera einfalt. Nei, tað er tað ikki. At tímatalið er á leið tað sama, sum seinasta skúlaár, rættar ongan skeivleika. Játtaða tímatalið er heilt einfalt ov lágt at halda undirvísingina á tí støðið, sum leiðslan metir seg at kunna forsvara, og hesum hava tey í brævi til MMS, dagfest 5. mars í ár, gjørt vart við.

Vanlig siðvenja er, at sendir tú eitt bræv ella eina umsókn, so fært tú eitt svar ella eina frágreiðing uppá teir spurningar, sum settir verða fram. Vestmanna skúli fær einki svar. Tey verða tagd burtur. Goymd í onkrari skuffu saman við øðrum, sum hava víst á ella arbeitt við at bøta um viðurskifti í fólkaskúlanum, so vit hava ein fólkaskúla, sum tað sømir einum nútíðarsamfelagi.

Vestmanna skúli hevði eftir okkara/mínum tykki tveir kostir í at velja:

1) At tiga og harvið góðtaka verandi støðu.

2) At gera vart við sína ónøgd.


Tey valdu tað seinna, og tað má verða upp til hvønn einstakan at meta um, hvørt val teirra var rætt ella skeivt.


Niðurstøða

At okkara samfelag skal hava ein vælvirkandi fólkaskúla, eru vit øll samd um. At politikararnir ikki hava viljað játtað nóg nógvan pening til fólkaskúlan, so hann klárar at liva upp til tey krøv, sum lógir, kunngerðir, sáttmálar o.a. seta er veruleiki. Og tað er ikki nakað nýtt. Ikki bara núverðandi løgting, men eisini undanfarin hava ikki raðfest fólkaskúlan nóg høgt, tíverri. Ført hevur verið fram, at játtanin er økt, men hetta sæst ikki aftur í tímatalinum til fólkaskúlan.

Kann verða, at soleiðis sum fólkaskúlin er skipaður í dag, er hann ov kostnaðarmikil fyri okkara lítla oyggjasamfelag, men tað er ein heilt annar spurningur, sum ikki skal viðgerast her.

Landstýrismaðurin skuldi tikið leiðsluna í Vestmanna skúla í álvara, tá ið tey longu í mars vístu á trupulleikan viðvíkjandi tímajáttanini, sum tey saman við fleiri øðrum skúlum eru í.

Hann kundi víst vilja til at gjørt sítt til at loyst henda trupulleika í framtíðini.

Hann valdi í staðin ósakliga at leypa á lærarar og leiðarar, sum starvast innan fyri tað stýrið, sum hann sjálvur hevur ábyrgdina av. Tað avdúkar meira hugburðin hjá landstýrismanninum, enn tað sigur nakað um tey, sum standa fyri skotum.

Nevndin