Tímalønin hækkar 6,96 krónur

Tímalønin hækkar eitt sindur, men tað ger eisni stóran mun, at nú verður ískoytið hækka fyri at hava verið leingi í sama arbeiði

Klokkan 8.30 í morgun undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini undir nýggjan trý-ára sáttmála, sum tryggjar frið á hesum sáttmálaøkinum fram til mai mánaða 2010.

Arbeiðsgevararnir siga, at hjá teimum kostar sáttmálin 9,67 % tilsamans.

Eftir semjuni hækkar eftirlønin 1% um árið í hesum trý ára tíðarskeiðnum, men harafturat hækka viðbøturnar fyri starvsaldur og viðbøturnar fyri skiftisvaktir munandi hækkað.

Í løtuni er grundlønin 100,80 krónur. Men eftir nýggja sáttmálanum eru lønarhækkingarnar hesar:


Grundlønin

1. mai 2007 hækkar grundlønin 2,22 krónur

1. mai 2008 hækkar grundlønin 2,32 krónur

1. mai 2009 hækkar grundlønin 2,42 krónur


Starvstíð

Eftir 3 ára starvstíð er viðbótin 1,25 % av grundlønini

Eftir 5 ára starvstíð er viðbótin 2,50 % av grundlønini

Eftir 7 ára starvstíð er viðbótin 3,25 % av grundlønini


Arbeiðarafeløgini eru sera fegin um at tímalønt nú fáa eina rættiliga hækking fyri starvsaldur, tí hetta merkir, at nógv arbeiðsfólk koma longu frá 1. mai í ár at fáa trivaliga lønarhækking fyri starvsaldurin afturat tímalønini, so hjá nógvum verður talan um eina trivaliga lønarhækking.

Ein tímaløntur við trý ára starvstíð, fer sostatt upp á umleið 104,30 krónur í grundløn um tíman og við fimm ára starvstíð verður grundlønin umleið 105,60 krónur um tíman. Við sjey ára starvstíð verður lønin umleið 106,37 um tíman.

Feløgini fegnast eisini um, at viðbótin fyri skiftisarbeiði, tí hon verður at kalla tvífaldað.