? Eg skilji ikki, hví dreingirnir í Vestmanna skulu sita og binda grýtulappar í staðin fyri at læra føroyskt.
Hetta er viðmerkingin frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í skúla- og mentamálum, til, at Vestmanna skúli ikki fær tímatalvuna at ganga upp.
Vestmanna skúli boðaði á tíðindafundi mikudagin frá, at játtanin til tímar í ár er so lítil, at skúlin ikki fær tímatalvuna at hanga saman. Tí hevur leiðslan valt at skarva ein tíma í føroyskum, ein í donskum, ein í rokning og ein í kristini frá hvørjum flokki, fyri at fáa tímatalvuna at hanga saman innan fyri játtaða karmin.
Tað er í stríð við lógina at skarva soleiðis av tímatalvuni. Men leiðslan í Vestmanna skúla ger vart við, at hetta hevur hon verið noydd at gera í fleiri ár. Munurin er bert tann, at áður hevur verið skarvað av handverk og list, men nú hava tey valt at skarva av føroyskum og øðrum líkandi lærugreinum, fyri at fáa myndugleikarnar at vakna og síggja í eyguni, at ov fáir tímar verða játtaðir til fólkaskúlan.
Nóg nógvir tímar
Tórbjørn Jacobsen heldur ikki, at trupulleikin við játtanini til skúlarnar er so stórur, sum Vestmanna skúli ger hann.
? Vestmanna skúli hevur fingið 428 tímar tillutaðarar til komandi skúlaár. Hann hevur ein næming færri enn seinasta skúlaár, og tískil fær hann 5 tímar færri enn seinasta skúlaár. Men samstundis fær hann 5 tímar eyka játtaðar til serundirvísing. Sostatt fær Vestmanna skúli sama tímatal, sum í fjør, men við einum næmingi færri, ger Tórbjørn Jacobsen greitt.
Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera undarligt, at Vestmanna skúli heldur tíðindafund um tímatalið, samstundis sum Mentamálastýrið situr og arbeiðir við málinum.
? Tað er skemtiligt, at tað júst skal vera Vestmanna skúli, ið ger vart við seg, tá tað var ein vestmenningur, ið skaffaði meira pening til skúlan. Og hesin var Jógvan Djurhuus úr Tjóðveldisflokkinum, ikki Hans Pauli Strøm, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tað reina valstríð
? At tað ikki hongur saman í Vestmanna skúla man bera boð um, at leiðslan ikki er nóg dugnalig til at fáa tað at hanga saman, og at politisk motiv liggja aftan fyri. Um tú hyggur at, hvør starvast í Vestmanna skúla, ber beinan vegin til at leggja tvey og tvey saman og finna út av, at politisk motiv liggja aftan fyri. Hetta er einki annað enn tað reina valstríð fyri Javnaðarflokkin, sigur landsstýrismaðurin við ábyrgdini fyri skúlanum.
Sosialurin skilir, at Tórbjørn Jacobsen sipar til, at Giðja Didriksen, sum er álitiskvinna í skúlanum í Vestmanna, er gift Hans Paula Strøm, ið situr á tingi fyri Javnaðarflokkin.
Men Tórbjørn Jacobsen steðgar kortini ikki her. Eftir hansara fatan er alt málið ein størri ætlan í einum valstríði fyri Javnaðarflokkin. Og hann skilur tað soleiðis, at Sosialurin er við í hesum valstríði. Tórbjørn Jacobsen heldur, at Sosialurin skrivaði um vantandi tímar til serundirvísing fyrr í vikuni, fyri at seta hol á valstríðið.
? Hetta er ikki annað enn tann reina propaganda hjá Sosialinum og Javnaðarflokkinum, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.
Tórbjørn Jacobsen viðgongur kortini til endans, at fólkaskúlin sum heild hevur ov fáar tímar orsakað av ov lágari játtan.