TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Ann Persdóttir Mikkelsen í sendingini "Sjóðteim", sum var beinleiðis á Rás2 fyrrapartin í dag.
Ann Persdóttir Mikkelsen er sera aktiv á Facebook uppá tann jaliga mátan, har hon tekur lut í gleðini og sorgini hjá sínum mongu facebookvinum.
Tað var dótturin sum fekk yvirtalað Ann Persdóttir Mikkelsen at koma á Facebook. Í byrjanini var hon rættiliga skeptiskt, men innan stutta tíð innsá Ann, at hetta var júst eitt gott stað hjá henni at samskifta við onnur.
Ein av aktivu bólkunum hjá Ann er "Ann'sa grýtir, pannur og ovnur", har hon deilir góðar uppskriftir, og eisini vekir onkran facebookvin til at koma við onkrari aðrari uppskrift.
Ann sigur, at hon tímur ikki neilig fólk á Facebook. Hon heldur, at lívið er ov stutt til at verða neiligur, eisini á Facebook.