Reyni Service
Bilafyritøkan Reyni Service hevur leingi verið kend sum ein tann fremsta bilasølan í Føroyum. Hetta er ikki minst vegna góða kundatænastu. Hetta viðurkendi Vinnudagurin alment í 2004, tá fyritøkan Reyni Service varð vald til Ársins Virki.
Men eitt er at umboða eitt bilmerki sum Toyota. Annað er at byggja upp eina vælvirkandi sølu-og tænastufyritøku. At veita viðskiftafólkum eina góða tænastu, hevur samstundis givið virkinum góð úrslit.
- Viðurkenningin er eitt úrslit av einum drúgvum og miðvísum arbeiði, sum vit hava gjørt her í fyritøkuni. Hetta er ein virðismeting av tí, vit hava stríðst fyri.
Tað segði Eivind av Reyni, stjóri, eftir at fyritøkan hjá teimum hevði fingið henda heiður.
Í sínari grundgeving fyri at velja Reyni Service til vinnara í kappingini um Ársins Virki, legði dómsnevndin dent á, at virkið, sum fær henda heiður, skal hava givið eitt gott fíggjarligt úrslit. Tað skal vera sterkt og støðugt.
Samanborið við undanfarin ár, fall valið í 2004 ikki á eitt virki, sum so ella so er knýtt at fiskivinnu ella útflutningi.
Reyni Service er hinvegin talan um eitt innflutningsvirki, sum vendir sær móti føroyska brúkaramarknaðinum, sum selir eina vøru, men sum harafturat hevur lagt seg eftir at geva viðskiftafólkunum eina góða tænastu - alt við einum góðum úrsliti.
- Tit kunnu siga, at tað at veita viðskiftafólkunum eina góða tænastu er ein sjálvfylgja. Men her heima er hetta tíverri ikki altíð so. Í mun til nógvar aðrar fyritøkur hevur Reyni Service valt at raðfesta hesa sjálvfylgju á hægsta stigi. Tað hevur givið úrslitið. Hóast viðskiftafólkini vita, at Reyni Service ikki altíð liggur lægst í sjálvum prísinum, koma viðskiftafólkini kortini aftur til hetta virkið. Tað er tí, at vøran sjálvandi er so nógv annað enn bara bilurin, segði dómsnevndin, sum legði aftrat, at Reyni Service ikki bara selir ein bil, men eitt tænastukonsept. Tí er virkið í hesum ein fyrimynd á økinum.