Tænastuvinnan havt stóra framgongd

Hesa seinasta tíðina hevur tænastuvinnan havt stóra framgond. Tað staðfestir Fíggjarmálaráðið í eini fráboðan.

Tænastuvinnan hevur havt framgongd og væntar, at stóri vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árið.

Fyri at lýsa gongdina, hava vit eitt tal, tey nevna treystitalið og tað gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint nú og um gongdina seinast árið og tað næsta árið.

Hetta er tað, sum eisini veriður nevnt ein konjunkturkanning.

Og tað kann staðfestast, at stórur vøkstur er í treystitalinum hjá tænastuvinnuni, tí tað er hækkað úr 16 í januar í ár, upp í 63 juni í ár.

Tænastuvinnan er ein rættiliga fjølbroytt vinnugrein og hon fevnir bæði um banka- tryggingarvirksemi, ferðavinnu, flutning, lýsingavirki, KT- og annað ráðgevararvirksemi.

- Tað er hent nógv á føroyska banka og tryggingarøkinum frá januar til juni í ár. Óvissan um framtíðina hjá Eik varð loyst, tá ið TF-holding keypti Eik, og Bank Nordik hevur vaksið sítt virksemið munandi við at keypa Amagerbankan í Danmark. Framgongd hevur eisini verið í ferðaflutningsvinnuni í ár samanborið við í fjør, tá ið øskan úr Íslandi gjørdi um seg.

At treystitalið hjá tænastu og byggivinnuni er hækkað so nógv, skal sjálvandi takast við einum ávísum fyrivarni, men í øllum førum er talan um ein munandi vøkstur í í hesum báðum vinnugreinunum.

Tænastuvinnan hevur havt stóra framgond í seinastuni og tænastuvinnan væntar, at stóri vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árið.