Tónleikaídnaðurin á dagsskránna

Í sambandi við Atlantic Music Event varð seinnapartin í gjár skipað fyri pallborðsfundi um tónleikaídnaðin undir heitinum Hitt & Hoyr á Hotel Føroyum. Eitt pallborð mannað av:

- svianum Pelle Lidell, A&R Executive fyri plátufelagið Universal í Onglandi

- bretska Jade Richards tónleikaumboðsfólk og eigari av Jade Inc.

- amerikansku Sarah-Chanderia, ið arbeiðir innan publishing við høvuðsstøð í Noregi men øllum heiminum sum arbeiðsøki

- Oskar Jensen og Lars Skovgaard, ið booka tónleikin til ávikavíst Lítla og Stóra Vega

- Dananum Jesper Kemp tónleikaumboðsmanni í fyritøkuni Beatboxbooking, hann umboðar m.o. Eivør Pálsdóttir og Høgna Lisberg.

- dananum Jakob Brixvold, ið umboðar spælistaðið STARS og Roskilde Festivalin.

- Norsku Birgitte Hanssen Mandelid, ið er blaðkvinnan og umboðar næststørsta norska festivalin Øyafestivalen

 

Hetta gjørdist ein áhugaverdur fundur, har nógv var tosað um, hvussu Norðurlond kunnu mennast sum ein marknaður, og hvussu hetta kann styrkja einstøku marknaðirnar.

 

Víst var á hvussu Danmark við virknum mentanarpolitikki, hevði skapt ein konsertpall, ið var gróðrarbotnur fyri nýggj talentir og um hvussu hetta bæði mentanarpolititiskt og fíggjarliga byrjaði at geva avkast fyri samfelagið.

 

Eitt annað av evninum, ið fylti nógv á pallborðsfundinum, var kjakið um hvørt sungið skuldi verið á egnum máli ella á enskum. Meiningarnar á hesum øki, tyktust millum pallborðsluttakarnar, mest at peika ímóti at syngja á egnum máli. Tí tann erligheitin og inniligheitin, ið móðurmálið gevur er trupul at endurskapa á øðrum málum. Tó tyktist semja at vera um, at undantøk heilt víst funnust.