Gittarin og Rúni Eysturlíð hoyra óloysiliga saman. Seinastu nógvu árini hava teir fylgst, fyrst í føroyska tónleikaumhvørvinum, síðan á Den Rytmiske Højskole og tveimum øðrum tónleikaháskúlum í Danmark, og nú á Tónlistarskóla FÍH í Íslandi.
Einaferð ætlaði Rúni at hanga gittaran á veggin til frítíðarpynt og fara í læru, men í seinastu løtu fekk hann kaldar føtur og fór at læra til tónleikara ístaðin.
- Tá eg skuldi undirskriva lærusáttmálan gekk tað upp fyri mær, at tað ikki fór at bera til soleiðis meira ella minni at droppa tónleikin tey næstu fýra árini fyri at konsentrera meg um nakað annað.
Hví fórt tú so til Íslands?
- Ja, hví gjørdi eg nú tað? Eg royndi fyrst at sleppa inn á konservatoriið í Esbjerg. Tað er eftirhondini við at vera langt síðani, og eg havi nokk ikki verið á nóg høgum støði. Eg var nær við at sleppa inn, men tað gekk so ikki. Tá eg ikki slapp inn í Esbjerg, søkti eg til Íslands og tá gekk betur. Ísland er hóast alt tað minni, og tí er tað er lættari at sleppa inn á konservatoriið her í mun til í Danmark.
Lítið kendur skúli
Í løtuni er Rúni Eysturlíð tann einasti føroyingurin á skúlanum. Men tað hava verið nógvir føroyskir tónleikarar í Íslandi í útbúgvingarørindum undan honum, bæði á klassiska og rytmiska konservatoriinum. James Olsen, Rógvi á Rógvu og Magnus Johannesen fyri nú at nevna tríggjar navnframar frá tí rútmiska, har Rúni slítur sínar gittarstreingir.
- Eg trúgvi, at ein av orsøkunum til at tað eru so fáir føroyingar her, er at føroyingar ikki vita av skúlanum. Eg minnist ikki, hvussu eg fann útav, at skúlin var til, men so vítt eg minnist fekk eg einki at vita um hann, tá eg í míni tíð spurdi lestrarvegleiðaran í studentaskúlanum um møguleikan fyri at útbúgva meg innan tónleik. Føroyskir tónleikarar hugsa altíð fyrst um Danmark, tá teir ætla sær víðari við tónleikinum, helst tí teir ofta ikki kenna til aðrar møguleikar. Annaðhvørt fara teir á Den Rytmiske Højskole, ella søkja teir inn á eitt av konservatoriunum í Danmark. Millum teir føroysku tónleikararnar, sum hava spurt meg um skúlan í Íslandi, er nógvir sum als ikki hava hoyrt um hann áður.
Eitt minni lop
Hvat hevur íslendski Tónlistarskólin, sum onnur konservatoriir ikki hava?
- Eg haldi, at tað upp á nógvar mátar er lættari hjá føroyingum at koma yvir her enn at fara aðrastaðni. Um man hevur spælt eitt sindur av tónleiki í Føroyum, men manglar vitan um tónleikateori, er tað ein fínur møguleiki at kunna koma á her yvir at læra tað, tí her er tað ikki krav at tú dugir so nógva tónleikateori, áðrenn tú byrjar. At fara frá tí føroyska tónleikaumhvørvinum til eitt danskt konservatorium kann vera eitt øgiliga stórt lop. Fyri tað fyrsta skal eitt stórt fyrireikingararbeiði gerast áðrenn upptøkuroyndina, umframt at man verður noyddur at møta til upptøkuroynd í Danmark. Nógvir føroyingar sleppa ikki inn, tí teir hava ikki ta neyðugu rutinuna, og tað ger ofta at teir droppa tað og fara at læra okkurt annað. Í Íslandi eru krøvini tað linari, og tað ber til at senda eitt kassettuband heldur enn at møta upp til upptøkuroynd, og her kanst tú so, treytað av at tú sleppur inn, byrja á tí støðinum, sum tú ert á og so annars arbeiða teg uppeftir. So kanst tú sjálvur velja um tú vilt gera teg lidnan her, ella um tú vilt brúka tað sum lopfjøl til nakað annað við at vera her í eitt ár ella tvey og síðan søkja inn á eitt størri konservatorium aðrastaðni. Men eg haldi at man kann læra minst líka nógv her sum aðrastaðni. Lærararnir á skúlanum eru framúr góðir, og hevur man góðar lærarar og ger nógv við tað, so kemur man langt óansæð, hvørjum landi man er í.
Umframt tað at tónleikaliga lopið er meira yvirkomuligt kann eisini tað geografiska og mentunarliga lopið úr Føroyum til Íslands tykjast minni enn lopið til onnur lond.
- Tá eg eri í Íslandi kenni eg tað sum eg havi annað beinið í Føroyum. Her koma nógvir føroyingar yvir, eisini tónleikarar, so eg eri komin í samband við nógvar góðar føroyskar tónleikarar, meðan eg havi verið her. Tað er eisini øgiliga skjótt at sleppa heim, so eg kenni meg framvegis sum eg búgvi eitt sindur í Føroyum, hóast eg havi verið her í yvir trý ár.
Ikki tíðarásett
Rúni Eysturlíð gongur á Tónlistarskólanum á fjórða ári. Hvussu langa tíð hann hevur eftir, er ilt at siga, tí útbúgvingin er ikki tíðarásett, men eini tvey ár afturat verður hann helst afturat.
- Tað er ávís fak tú skalt taka og nakrar royndir tú skalt klára fyri at gerast liðugur, og tað plagar at taka eini fimm ár hjá teimum flestu.
Sum lesandi á skúlanum fær Rúni útbúgvingarstuðul frá danska SU á jøvnum føti við føroysk lesandi á SU góðkendum útbúgvingum í Danmark og aðrastaðni. Harumframt vinnur hann sær onkuntíð eina eyka inntøku við at spæla. Hann hevur spælt til føroysk tiltøk nógvastaðni í Íslandi og hevur eisini havt smærri framførslur saman við íslendskum tónleikarum á onkrum spælistøðum í Reykjavík.
- Reykjavík er ein hampiliga stórur býur, og býurin hevur skúlar sum framleiða tónleikarar, so tað er altíð lætt at koma í samband við aðrar tónleikarar. Allíkavæl er býurin ikki so stórur, at tú sum tónleikari verður burturi í rúgvuni, sigur Rúni Eysturlíð, sum miðar ímóti at arbeiða sum tónleikalærari og freelance tónleikari í Føroyum, tá hann vendir heim aftur.
Til tey, sum hava fingið hug til at royna lívið á Tónlistarskóla FÍH hevur Rúni eina seinastu ávaring.
- Skúlin leggur serliga dent á jazz. Man skal ikki fara á hendan skúlan, um man ikki hevur hug at spæla jazz.
FAKTA
Næmingar á Tónlistarskóla FÍH gjalda einar tíggjutúsund krónur um árið í skúlagjaldið.
Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni hjá Felag Íslenskra Hljómlistarmanna www.fih.is