Tónleikaligur toppur – fíggjarlig fiasko

Hóast tónleikastøðið var heilt gott, kom G! Mini ongantíð veruliga upp á beinini. Orsøkirnar til hetta eru fleiri faktorar so sum veður, umstøður og fyrireiking. Og hóast festivalurin hevði fleir enn 1000 vitjandi bæði kvøldini, gav festivalurin so at siga einki yvirskot sambært fyrireikarunum

Fríggjadag klokkan 16.00 fór G! Mini loksins á glið. Fyrstir í gongd vóru Karius & Baktus úr Íslandi, sum spældu í Grundini. Ein tíma seinni setti Jákup á Lakjuni hol á í Spæliplássinum, og harfrá skuldi so festivalurin koyra gott og væl inntil tíðliga sunnumorgunin. Men soleiðs kom tað ongantíð ordiliga at verða.


Tónleikastøðið í topp

Skráin til G! Mini var bæði rúgvusmikil og fjølbroytt. Nógvir og ymiskir bólkar og einstaklingar framførdu, og eftir mínum tykki gjørdu tey tað til lítar. Teir bólkar og einstaklingar, ið veruliga fingu góða undirtøku frá áskoðarunum, og sum veruliga samlaðu fólk til sín, vóru kanska serliga Guðrið Hansdóttir, Lena Andersen, Martin Joensen, Budam, Orca og Eivør Pálsdóttir.

Men tað sigur seg sjálvt, at tá hesir bólkar og einstaklingar longu eru kendir millum fólk í Føroyum, so koma hesir altíð at draga nógv fólk til sín. Tey fólkini, ið komu til hesar konsertirnar, gjørdust als ikki skuffaði. Tónleikastøðið á hesum konsertum er sjálvsagt í toppi, hesi eru jú fremstu tónleikarar føroyinga.

Hinir bólkarnir eiga als ikki at verða gloymdir tó. Tónleikinum hjá teimum bilti als einki, tey spældu væl og sigast má at tann sannroynd, at so fá møttu upp til fleiri av hesum konsertunum, endurspeglar als ikki tónleikastøðið á framførslunum. Orsøkirnar til tess liggja uttan iva aðrastaðni.

Tá so tosað verður um framførslurnar í Grundini, er alsamt torførari at geva eftirmæli til tær. Sjálvdan vóru meira enn 20 fólk har, undantikið til seinastu framførslurnar bæði kvøldini.


Stemningurin sjálvdan meir enn lunkaður

Hóast nógvar og ymiskar tónleikaframførslur, kom samlaði stemningurin ongantíð veruliga í hæddina, í øllum førum ikki har upp, ein skuldi vænta av einum slíkum festivali. Orsøkirnar til tess eru fleiri.

Ein orsøk er talið av vitjandi til festivalin. Fyribilstølini vísa at fríggjakvøldið vóru 1000 atgongumerki seld, og at leygarkvøldið vóru umleið 1200 vitjandi. Orsøkirnar til hetta eru helst vánaliga veðrið og væntandi útlendsku nøvnini. Hesi tíðindini bar Kringvarp Føroya í útvarpinum í morgun. Harumframt er ein av orsøkunum helst væntandi teltplássið, ið undanfarnar festivalar hevur verið sera væl vitjað, og ein av populeru attraktiónunum til festivalin.

Ein onnur orsøk er veðrið. Veðrið á G! Mini var øgiliga skiftandi, og spældi fyrireikarunum eitt veruligt puss. Men samanumtikið um veðrið kann sigast, at tað var einki serligt. Til tíðir regnaði og til tíðir var tað kalt. Serliga leygardagin var sera kalt, nakað fitt av vindi og ofta regnaði tað eisini. Hetta gjørdi tað sera óhugaligt at standa leingi úti, og tískil datt stemningurin á gólvið so skjótt ein framførsla var liðug. Fólk tustu innaftur eftir tær framførslurnar, ið vóru tíðliga á degnum, og ongantíð kom nakar veruligur stemningur í. Tað var ikki fyrr enn til seinastu konsertirnar við Orca, Budam og Eivør Pálsdótir, at tann góði hýrurin kom í. Áðrenn hetta var stemningurin sum heild ongantíð meira enn lunkaður.


Fyriskipanin sum heild í lagi

Sum heild um fyriskipanina av festivalinum kann sigast, at hon var í lagi. Tónleikurin var fínur og konseptið var gott. Mestsum føroyskt burturav, nógv og ymsikt tilfar, sum saman við víkingadøgunum skapti eitt øðrvísi og meira stevnukent umhvørvi á og rundanum sandin.

Harafturímóti var uppbýtingin av stevnuøkinum ikki heilt í lagi, serliga um ein hugsar um skeinking. Talan var ikki um eitt øki soleiðs sum tað hevur verið undanfarin ár, men heldur um trý ymisk øki. Eitt økið var við Spæliplássið, eitt øki var undir Spæliplássinum við sandin og á vegnum har matur var at fáa og har víkingabúðirnar vóru settar upp. Eitt triðja øki var við Grundina, og hetta økið lá uttanfyri hini bæði.

Hóast G! Mini hevði fingið uttandura skeinkiloyvi, var talan faktisk um trý ymisk skeinkiloyvi, og tískil var ikki gjørligt at keypa sær eina øl og taka hana við tær úr einum øki í annað. Fólk vóru noydd at tøma ølina ella stilla hana frá sær, til tess at koma úr einum øki í annað, og hetta vóru nógv fólk rættiliga ónøgd við, og sigast má at hetta var sera ópraktiskt.

Tá fólk skuldu av við tað, tey høvdu fingið niðurum, vóru bert vesi á eina økinum, nevniliga á økinum við sandin. Við tað at Grundin lá nakað burturfrá hesum økinum, og fólk ikki kundu ferðast ímillum økini við tí, tey høvdu keypt sær at drekka, gjørdist talan tí um nakað væl av uttandura pissaríi.

Um vit hyggja burtur frá hesum heldur óhepnu viðurskiftunum, var fyriskipanin annars heilt í lagi. Góð ljóð og ljósútgerð, skeinking og matur vóru at fáa og tað tónleikaliga var heilt í topp. Hetta uppvigaði fyri hini heldur minni hepnu viðurskiftini.


Nýtt fíggjarligt bakkast fyri G!

Eitt av høvuðsendamálunum við at skipa fyri G! Mini, og við at fáa allar bólkarnar at spæla ókeypis, var at fáa nokk av fíggjarorku til at skipa fyri einum rættiligum G! festivali í 2009. Allir bólkarnir høvdu játtað at spæla ókeypis, og tískil skuldi talan verið um reina inntøkuveitslu fyri fyriskipararnar. Men soleiðs er ikki, upplýsa fyriskipararnir av G! Mini. Teirra orð eru, at tað melur akkurát runt, og at har verður einki yvirskot av týdningi. Vit hava fingið upplýst at okkurt um 1000 vikuskiftisbilettir og 200 til 300 dagbilettir eru seldar til leygardagin. Ein skjót høvuðrokning sigur so, at tilsamans eru hesar inntøkur av bilettum umleið 450.000 kr.. Harafturat kann hugsast at G! Mini hevur fingið part av inntøkuni av ølsøluni hjá Hvonn.

Tá ongar útreiðslur hava verið til at fáa fólk at spæla á festivalinum er ikki gott at hugsa sær til, hvar henda knapt hálva milliónin, umframt møguligar inntøkur frá øl og matsølu, er endað. Sjálvandi fer nakað til leigu av pallum og ljóðútgerð og til arbeiðsfólk.

Ein av orsøkunum, siga fyriskipararnir, er at tað vóru so fáa bilettir seldar. Ein orsøk til hetta kann hugsast verða væntandi lýsing og illa fyriskipaða bilettsølan. Millum annað kom fram í farnu viku, at fólk vóru ónøgd við at tað ikki var gjørligt at keypa bilettir uttanfyri arbeiðstíð í Havn.

Hvørjar orsøkirnar eru og hvørjar útreiðslurnar hava verið er ilt at gita um, men staðfestast kann, at G! festivalurin hevur fingið enn eitt fíggjarligt bakkast, og at G! festivalurin nú hongur í tunnum tráði.