Tónleikamenning

Føroyskur tónleikur er í stórari menning. Hetta sæst m.a. á jólasøluni í ár, har føroyskar fløgur eru millum tær mest seldu. Henda gongd er so eisini ein staðfesting av, at tað grør um gangandi fót í føroyska tónleikalívinum.

Talan hevur verið um eitt sera gott og frálíkt føroyskt tónleikaár. Festivalarnir hava ongantíð verið so nógvir í tali, og teir hava eisini verið sera væl vitjaðir. Eisini hevur árið verið merkt av nógvum spennandi konsertum.

Vit hava so eisini verið vitni til, at nógvir nýggir bólkar hava sæð dagsins ljós.

Eingin ivi er um, at tónleikaundirvísingin øll hesi mongu seinastu árini, eigur sín lut í hesi góðu tilgongd. Tó at vit samtíðis eisini mugu staðfesta og viðurkenna, at her kundi verið gjørt so nógv meira.

Her er tørvur á bæði lærarum og hølum at venja í. Vit viðgjørdu henda spurningin á hesum stað nakað herfyri. Og var okkara niðurstøða tann, at tað er stórur tørvur á einum konserthúsi í høvuðsstaðnum, sum eisini kann virka sum venjingarhøli.

Miðlarnir eiga so eisini sín part av æruni fyri hesi tilgongd. Bæði loftmiðlar og bløð hava gjørt eitt stórt arbeiði til frama fyri tónleikin.

Sum partur av hesi menning skipa føroyski ungdóms- og tónleikaportalurin planet.fo og Sosialurin fyri stórum tónleikatiltaki á Hotel Føroyum í januar. Tá verða heiðurslønir latnar til føroyskan tónleik. M.a. skulu ársins bólkur, ársins sangarar og ársins útgávur heiðrast.

Nevnast skal eisini, at tónleikurin hevur fingið sær eitt nýtt forum í miðbýnum í Havn. Eftir at Miðlahúsið í Vágsbotni gjørdist veruleiki hava tónleikatiltøk verið í húsunum. Hesi eru ætlað sum eitt supplement og alternativ til tey tónleikatiltøk, sum annars eru kring býin og landið. Henda tilgongd fer at halda fram í 2006 og er tað vónin hjá fyrireikarunum av hesum tiltøkum, at tónleikarar fara at troyta henda møguleika í nýggja árinum eisini. Hesi tilboð nøkta sjálvandi ikki allan tann stóra tørv, sum er á hølum til tónleikatiltøk. Tað eru hølini heldur ikki nóg stór til. Men Miðlahúsið er so enn eitt íkast til at skapa livandi tónleiki og tónleikarum góðar umstøður. Ársins seinasta tiltak av hesum slag verður í Miðlahúsinum í kvøld kl. 19.30 tá bókmentir og tónleikur fara at verða á skránni, og eingin minni enn Eivør Pállsdóttir fer at syngja og spæla.

Sosialurin