Tónleikarar í stórformi

Tá ið fótbóltsevnini ikki rukku til, var nógv annað at undirhalda sær við. Eini 100 tónleikarar dystaðust farna vikuskiftið í eini innandura fótbóltskapping, og tað gjørdist ein øðrvísi kapping

Tónleikarar kenna seg helst best á pallinum ella í upptøkuhølunum, men farna vikuskiftið vóru tað eini hundrað av teimum, sum bjóðaðu av á vøllinum.
Høvið var innandurakapping í fótbólti á Kambsdali, og her vóru 20 lið við í kappingini. Talan var fyrst og fremst um tónleikarar, men eisini onnur, sum hava tilknýti til tónleikaheimin, spældu við.
Tað var ferð á allan leygar-dagin, og har var nógv at fáa við. James Olsen passaði málið, tá ið Bumba rímar við Sumba spældi, og hann var ikki lættur at sleppa framvið. Einu ferðina, tá ið mótstøðumaður kom leysur, stemm-aði hann í at syngja Beatles-sangin: »Help, I need some-body«.
Tónleikararnir í MC Hár eru kendir fyri at hava eitt gott show, og soleiðis var eisini á vøllinum. Hóast teir ikki taldust millum sterkastu liðini, so var tað ikki keðiligt at hyggja eftir teimum.
? Ongantíð hevur eitt lið spælt so illa so leingi, helt Niels Uni Dam fyri eftir kappingina.
Gott undirhald
Tað vóru nógvar góðar detaljur at fáa eyga á, men tað vóru eisini onkrir kiksarar, sum eisini síggjast, tá ið heimsins bestu bóltsspælarar bólta sær. Stjórin á Platform hevði ein ordans avbrennara, tá ið hann var ein metur úr málinum, og so mundi hann ikki komið fyri seg aftur, sum hann flenti eftir sær sjálvum.
Petur Pólsson var í rætta essinum, og tað frættist, at hann er ikki sæddur so góður síðani piltadeildina, tá ið hann var stórskjútti á GÍ-liðnum.
Hóast nógvir av spælarunum ikki vóru í besta kropsliga forminum til eina harða fótbóltskapping, so spældi alt væl av. Bara bassspælarin í Moirae, Mikkjal Joensen, var so óheppin at koykja sær fótin.
Fuglfirðingar vunnu
Endin av kappingini var, at fuglfirðingar vunnu grótharða dystin um gullið. Liðið, sum var mannað við tónleikarum úr Atlas og onkrum sangarum úr manskórinum í Fuglafirði, vunnu finaluna ímóti liðnum hjá Grót.
Á liðnum úr Fuglafirði spældu menn sum Njál Reinert-Petersen, Mouritz Mohr og Kristian Petersen. Onkur vildi vera við, at hetta var fyrstu ferð, at fulgfirðingar høvdu vunnið nakað av týdningi, síðani einasta FM-heitið hjá teimum í fótbólti, ið teir vunnu í 1977. Og tá var Kristian Petersen eisini ein av spælarunum.
Eftir kappingina helt hann skemtiliga fyri, at hann merkti, at hann var ikki 40 longur.
All That Rain tryggjaði sær bronsuna í dysti ímóti Ataja, men fyrst og fremst snúði tað seg um at hava tað hugnaligt, og tað eydnaðist til fulnar. Eisini tí, at Kim Hansen og Magnus Johannesen upp á skift spældu harmoniku í høllini.
Hetta var fyrsta ferðin, at slíka fótbóltskapping varð hildin, men tað er neyvan seinastu ferð.