Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri?
? Ja, mamma okkara spældi guitar, og eg ørminnist meg hava sæð eina violin, sum pápi okkara spældi, tá ið hann gekk á læraraháskúla, men eg haldi ikki hon bleiv brúkt.
Spælir tú nakaðljóðføri?
? Nei, ikki longur, havi spælt blokkfloytu eins og tey flestu onnur, men so ein dagin vóru onnur ting meira áhugaverd, og tað vóru ikki so nógv ljóðføri, ið ein kundi læra har inni á Glyvrum tá í tíðini.
Syngur tú undir brúsuni?
? Nei, men alla aðrastaðni. Nú hava vit eisini bert baðikar heima, men mær dámar nú væl at liggja og lurta eftir tónleiki í karinum.
Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari?
? Ja, so at siga alt mítt lív, men onkusvegna hevur ?timingin? og ?plaseringin? altíð verið vánalig.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg?
? Hann fyllir stóran part av dagligdegnum og lívinum sum heild, og eg dugi als ikki at ímynda mær eitt lív fyriuttan. Tónleikurin vekir kenslur og heldur lív í teimum.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú?
? Uml. 1000 fløgur og einar 100 plátur
Hvat er tín yndisfløga?
? Eg kann nevna eina klassiska fløgu í dag og eina jazz fløgu ímorgin. Tað er ómøguligt at nevna ?bert? eina yndisfløgu, tað veldst um, hvat fyri eitt bein kemur fyrst úr songini og hvussu lagið er.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri?
? Pengar kann ein jú altíð brúka, so tað skal verða ótrúliga vánaligt, og eg kann ikki rættuliga koma í tankar um nakra einstaka. Men, fyri at siga okkurt, so skuldi tað kanska, um tað ber til, verið ein fløga við sangum, ið ein hoyrir í telefonini, meðan ein bíðar eftir at sleppa framat, ella eina við?greatest hits? av fartelefon-ringitónum.
Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður?
? Tann, ið eg sjálv skrivaði í 1997, og sum eingin veit um.
Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur?
? Torførur spurningur av svara, tí um tað er onkur pínlig inn ímillum, so er hon væl goymd, gloymd ella fortrongd. Eg billi mær inn, at eg altíð havi keypt plátur ella fløgur, sum eg havi ynskt mær júst tá, men so kann jú verða at tíðin er runnin frá teimum.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke?
? Ein góðan Beatles-sang, kanska Yesterday ella Something
Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld?
? Tað veldst um selskapið, tað kann verða alt frá onkrum góðum klassiskum tónleiki, til Beatles ella Pat Metheny/Charlie Haden.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun?
? Klassiskan tónleik, okkurt vakurt og friðarligt, gjarna kórsang, gjarna Bach, sum jú eisini er eitt sindur sálmakent.
Hvør tónleikur fær teg í ringt lag?
? Vánaligur kopitónleikur, og annars tónleikur, ið ein er noyddur at lurta eftir, restina kann eg jú sløkkja fyri áðrenn eg gerist í ringum lag.
Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið?
? Teir eru nógvir, tað veldst um rútmuna, taktina og ikki minst lagið (mítt egna). Tað kann vera alt frá 70-ara disco til nútímans funk ella rap.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma?
? Tað má verða danski jólasangurin ?Velkommen igen Guds engle små?, sum eg ørminnist meg hava sitið og sungið á køksborðinum har heima. Mær fortalt var eg um tvey ára gomul, tá hesin ?hittaði? hjá mær.
Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn?
? Eg havi verið í nógvum tónleikavasi, men kann ikki reypa mær av at hava verið beinleiðis við til at gjørt nakran sang ella upptøku. Um vit hinvegin tosa um framførslur, so eri eg fegnast um at hava verið við til Verdis Requiem, "Ferðin" og Ein Deutsches Requiem.
Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð?
? Ein sera vakur sangur, sum eisini hóskar seg væl viðv. tekstinum er ?Libera me? úr Fauré?s Requiem, men so kundi eg hugsað mær at sloppið at valt sangaran, og tað ber neyvan til.
(hálvan tíma seinni)... nú havi eg sitið og hugsað um mína egnu jarðarferð í langa løtu, og hetta er ein undarlig støða. Best varð um onkur sangur kundi fingið smílini fram tann dagin.
Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til?
? Eg havi framvegis ikki verið til hana, tí um so var, so gavst eg at fara á konsert. Og tað er jú tað deiliga við tónleikinum, at ein ongantíð verður heilt mettaður, bara meira forvitin og svangur, haldi eg. Hetta síðsta árið í London gav mær ein einastandandi møguleika at hoyra tónleik á sera høgum altjóða støði eina til tvær ferðir um vikuna, og tað er torført at taka nakað framum. Eg havi hoyrt altjóða sangstjørnur so sum Ceciliu Bartoli, Reneé Flemming, Barbara Bonney, Anne Sofie von Otter. Hartil var eg stamgestur í The Barbican Centre, har eitt av bestu symfoniorkestrunum í verðini heldur til, nevnliga London Symphony Orchestra. At hoyra teir spæla tann allarbesta russiska orkesturtónleikin undir leiðslu av teim bestu dirigentunum var ein uppliving fyri lívið.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt?
? Her eru nógvir, ið eg kundi hugsað mær at hitt, tað er næstan ógjørligt at nevna nakran, og tað verður neyvan til nakað allíkavæl í hesum lívinum. Men fyri at venda aftur til jarðarferðina, so kanska ein hittir okkurt yndistónaskald í tí komandi. Mozart hevði uttan iva verið festligur undir fýra eygum, Bach kundi eg hugsað mær at fingið orðið á, og Stravinsky havi eg nógvar spurningar til.