Leygarkvøldið fáa vit høvið at fáa eitt tónlistarligt upplivilsi í Hvalba, sum ikki fæst á hvørjum ári. Klokkan 22 leygarkvøldið bjóðar Bóltfelagið Royn til tónlistarligan toppfund við kafé og har tríggir av okkara fremstu tónleikarum fara at syngja og spæla.
Teir tríggir eru allir ímillum okkara allarfremstu fólka- og bluessangarar og tónleikarar.
Talan eru um ongar aðrar enn Hanus Johannesen, Sámal Ravnsfjall og Una Debes, sum fara at spæla á kafé í Roynhøllini leygarkvøldið.
Hanus Johansen hevur sungið og spælt seg inn í føroysku fólkasálina við sínum tulkingum av suðuroyarskaldinum Poul F og øðrum, hann hevur avrikað og tað hevur Sámal Ravnsfjall ikki minni við medistaranum í Karry og túsund og einari nátt og einum hópi av øðrum sangum.
Uni Debess er nógv tann yngsti av teimum, men hevur longu sligið navn sítt fast við fangandi bluestónleiki.
Í Roynhøllini fara teir at synga gamlar slagarar og nýtt tilfar og tað kundi saktans hent, at teir taka onkran sang í felag.